info
Ongi úrslit

Skaðin á bilin var ikki so stórur sum hildið

- Hesir fyrstu dagarnir hava víst, at í vanligari rutu við ruskinnsavning brúka bilarnir bert 30 prosent av battaríkapasitetinum, og tað haldi eg vera ordiliga positivt. Eg haldi, at hetta sær rættiliga gott út, sigur Jón Thomasen, stjóri

Vilmund Jacobsen
9. oktober 2026 kl. 08:59

Tíbetur hendi eingin fólkaskaði, tá ein av spildurnýggju el-ruskbilunum hjá Landleiðini herfyri fór mannleysur á rull oman eftir Rosságøtu á Argjum, sum er brekkan millum Argjavegin í neðra og Traðagøtu omanfyri.

Óhappið hendi, tá tey vóru í ferð við at savna rusk inn á Argjum.

Bilurin stóð mannleysur ovast í gøtuni, tá hann fór á rull. Bilurin rendi í ein garð longri niðri í gøtuni, fór tvørtur ígjøgnum tveir betonggarðar áðrenn hann rakti næstniðastu húsini og skoraðist fastur millum húsini og trøini í garðinum.

Tá hevði ruskbilurin rullað einar 80 metrar mannleysur oman gjøgnum gøtuna.

Jón Thomasen, stjóri, sigur, at hóast alt hetta so ógvusligt út, og at bilurin elvdi til skaðar á vegnum omaneftir, so fegnast hann um, at eingin fólkaskaði stóðst av hendingini.

- Vit hava loyst málið við ruskinnsavningini í kommununi, soleiðis at teir fýra nýggju bilarnir, sum nú koyra, bara koyra eitt sindur meira. Hesin parturin er eingin trupulleiki hjá okkum at loysa, og ruskinnsavningin verður bara skipað eitt sindur forskotin og øðrvísi.

Jón Thomasen sigur, at teir eisini høvdu ruskinnsavningina í Tórshavnar kommunu árini 2010 til 2017, og tískil er hetta ikki ein fremmand verð hjá teimum. Einki er broytt - uttan tað, at økið er vorðið væl størri.

- Tey fyrru árini savnaðu vit rusk hjá umleið 6.700 til 6.800 húsarhaldum í kommununi, og í dag nærkast húsarhaldini 9.000.

Hann vísir á, at Landleiðin skal hava tilsamans sjey el-ruskbilar, harav fimm vóru komnir, og teir seinastu tveir koma væntandi heim í aðru viku.

- At síggja til var skaðin á ruskbilin, sum mannleysur fór oman brekkuna, stórur, men tíbetur er hann ikki so stórur, sum líkt kundi verið til. Eitt nú hevur stóra battaríið, sum situr undir botninum, ongan skaða fingið, og her er ikki so mikið sum ein skøva komin á battaríið, tíbetur.

Jón Thomasen vísir á, at aftasti aksilin hevur fingið nakað av skaða, men annars heldur hann, at rímiliga væl er sloppið, tá hugsað verður um allan tann langa vegin, sum bilurin rullaði mannleysur.

- Nú skal skaðin metast, og eykalutir skulu bíleggjast. Bilurin verður í næstum sendur niður til Aalborg, haðani hann kom, og her skal hann umvælast, áðrenn vit fáa hann heimaftur.

Stjórin sigur seg vera sera væl nøgdur við nýggju el-ruskbilarnar, sum enn bara hava koyrt í nakrar dagar. Bilarnir hava riggað væl, og tað vísir seg, at battaríkapasiteturin er eingin trupulleiki.

- Hesir fyrstu dagarnir hava víst, at í vanligari rutu við ruskinnsavning brúka bilarnir bert 30 prosent av battaríkapasitetinum, og tað haldi eg vera ordiliga positivt. Eg haldi, at hetta sær rættiliga gott út, sigur Jón Thomseen, stjóri.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

34 minuttir síðan
Hondbóltur

Rakul Wardum og liðfelagarnir taptu sætta dystin á rað

46 minuttir síðan
Tíðindi

Atlantic Airways kosið besta leiguflogfelag í Danmark

1 tími síðan
Tíðindi

Russar hava aftur dripið sivilfólk

1 tími síðan
Tíðindi

Uppskot til nýggja lendisumsitingarlóg sent til ummælis

1 tími síðan
Tíðindi

Ein maður endaði í brummuni

1 tími síðan
Tíðindi

Vilja keypa nýggjar motorar til Smyril fyri 74,4 milliónir

2 tímar síðan
Hondbóltur

Annika og liðfelagarnir vunnu annan dystin á rað

3 tímar síðan
Tíðindi

Trump heiðraði Musk: – Thomas Edison í okkara tíð

8 tímar síðan
Hondbóltur

European League: Jóhan var toppskjútti í heimasigri hjá Skanderborg-Aarhus

9 tímar síðan
Tíðindi

Styrkja samstarvið millum maritimu skúlarnar

9 tímar síðan
Tíðindi

Amerikanska stjórnin: Øll skulu kunna síggja avrættingina

10 tímar síðan