Navi Pillay fær friðarheiðursløn Nobels í ár. Tað upplýsti norska Nobelnevndin á tíðindafundi fríggjadagin, sambært Ritzau.
Hon fær millum annað heiðurslønina fyri arbeiðið at tryggja, at krígsbrotsverk verða rættarsøkt.
Við heiðurslønini fylgja 12 milliónir svenskar krónur. Tað svarar til umleið átta milliónir danskar krónur.
/ritzau/