info
Ongi úrslit
© Wikus de Wet/AFP/Ritzau Scanpix
Navi Pillay avmyndað í Johannesburg 20. januar 2023. Fyrrverandi hákommiserurin hjá ST fyri mannarættindi fær friðarheiðursløn Nobels í 2026. Savnsmynd

Frá apartheid til friðar­heiðurs­løn Nobels

Navi Pillay hevur vart mótstøðufólk hjá apartheidstýrinum, dømt í málum um fólkadráp og staðið á odda fyri mannarættindaarbeiðinum hjá ST. Nú fær 85 ára gamla suðurafrikanski løgfrøðingurin friðarheiðursløn Nobels.

Eirikur Lindenskov
9. oktober 2026 kl. 10:27

Í áratíggju hevur Navi Pillay arbeitt fyri, at fólk, sum fremja álvarslig brotsverk, verða drigin til svars.

Fyri løtu síðani varð kunngjørt, at hon fær friðarheiðursløn Nobels í 2026. Sambært Ritzau fær hon millum annað heiðurslønina fyri at tryggja, at krígsbrotsverk verða rættarsøkt.

Navanethem Pillay, sum vanliga verður nevnd Navi Pillay, varð fødd í Durban í Suðurafrika 23. september 1941. Hon vaks upp undir apartheid, tá rasuskilnaður var grundarlagið undir samfelagnum.

Sum løgfrøðingur vardi hon fólk, ið stríddust móti apartheidstýrinum. Hon arbeiddi eisini fyri rættindunum hjá politiskum fangum á Robben Island, har Nelson Mandela sat fangi.

Í 1995, eftir at apartheid var avtikið, varð hon fyrsta ikki-hvíta kvinnan, sum varð tilnevnd dómari við High Court í Suðurafrika.

Dømdi í málum um fólkadráp

Sama ár varð Pillay vald til dómara við serliga ST-dómstólin fyri Rwanda. Dómstólurin viðgjørdi brotsverk í sambandi við fólkadrápið í 1994.

Hon sat við dómstólin í átta ár og var forseti hansara frá 1999 til 2003.

Pillay var við til at døma í málinum móti Jean-Paul Akayesu. Dómurin fekk stóran týdning fyri altjóða rætt: Neyðtøka varð viðurkend sum brotsverk móti mannaættini og sum ein partur av fólkadrápi, tá endamálið var at oyðileggja ein ávísan fólkabólk.

Stóð á odda fyri mannarættindum hjá ST

Seinni gjørdist hon dómari við Altjóða revsidómstólin í Haag, ICC.

Frá 2008 til 2014 var hon hákommiserur hjá ST fyri mannarættindi. Í tí starvinum var hon ein av fremstu røddunum hjá heimsfelagsskapinum í málum um mannarættindabrot.

Hon hevur eisini ígjøgnum yrkisleiðina arbeitt fyri rættindum hjá kvinnum og var við til at stovna altjóða felagsskapin Equality Now.

Við friðarheiðursløn Nobels fylgja 12 milliónir svenskar krónur, svarandi til umleið átta milliónir danskar krónur, sambært Ritzau.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Russiska svarið upp á Google rakt av dronuálopi

0 minuttir síðan
Tíðindi

Bygdarráðið í Vestmanna skal umskipast

20 minuttir síðan
Tíðindi

Navi Pillay fær friðarheiðursløn Nobels

1 tími síðan
Tíðindi

Formula vinnur enn eitt útboð – hesaferð um KT-útgerð

1 tími síðan
Tíðindi

BEINLEIÐIS: Spenningur um Nobel friðarheiðurslønina

1 tími síðan
Tíðindi

Skaðin á bilin var ikki so stórur sum hildið

2 tímar síðan
Tíðindi

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

2 tímar síðan
Hondbóltur

Rakul Wardum og liðfelagarnir taptu sætta dystin á rað

2 tímar síðan
Tíðindi

Atlantic Airways kosið besta leiguflogfelag í Danmark

2 tímar síðan
Tíðindi

Russar hava aftur dripið sivilfólk

2 tímar síðan
Tíðindi

Uppskot til nýggja lendisumsitingarlóg sent til ummælis

3 tímar síðan
Tíðindi

Ein maður endaði í brummuni

3 tímar síðan