info
Ongi úrslit

Bygdarráðið í Vestmanna skal umskipast

Varaborgarstjórin er fluttur av bygdini, og tí kann hann ikki longur sita í bygarráðnum

Eirikur Lindenskov
9. oktober 2026 kl. 10:56

Á eykabygdarráðsfundi í Vestmanna mánadagin er fyrsta málið á skránni umskipan av bygdarráðnum og nevndunum.

Orsøkin til tað er, sigur borgarstjórin í Vestmanna, at ein bygdarráðslimur, Símun Jákup Højsted, er fluttur úr bygdini.

– Tí kann hann ikki sita í bygarrráðnum, og tí má bygarráðið umskipast, sigur Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna.

Símun Jákup Højsted varð valdur sum nummar tvey í bygdarráðið á lista A, sum var einasti listi, sum stillaði upp til bygdarráðsvalið seinast, sum var 12. november í 2024.

Hann er varaborgarstjóri, og tí skal annar varaborgarstjóri veljast í hansara stað, eins og í allar aðrar nevndir, sum hann situr í.

Næstir á listanum í Vestmanna eru Bogi Fossdal og Fróði Bjarkason Skúvadal, sum báðir fingu 42 atkvøður. Og tá so er, so verður lutakast hildið beint eftir valið. Og tað lutakastið vann Fróði Bjarkason Skúvadal, sum tí tekur sæti sum fastur limur í bygdarráðnum fyri Símun Jákup Højsted.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Russiska svarið upp á Google rakt av dronuálopi

23 minuttir síðan
Tíðindi

Frá apartheid til friðar­heiðurs­løn Nobels

1 tími síðan
Tíðindi

Navi Pillay fær friðarheiðursløn Nobels

1 tími síðan
Tíðindi

Formula vinnur enn eitt útboð – hesaferð um KT-útgerð

1 tími síðan
Tíðindi

BEINLEIÐIS: Spenningur um Nobel friðarheiðurslønina

1 tími síðan
Tíðindi

Skaðin á bilin var ikki so stórur sum hildið

2 tímar síðan
Tíðindi

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

2 tímar síðan
Hondbóltur

Rakul Wardum og liðfelagarnir taptu sætta dystin á rað

2 tímar síðan
Tíðindi

Atlantic Airways kosið besta leiguflogfelag í Danmark

3 tímar síðan
Tíðindi

Russar hava aftur dripið sivilfólk

3 tímar síðan
Tíðindi

Uppskot til nýggja lendisumsitingarlóg sent til ummælis

3 tímar síðan
Tíðindi

Ein maður endaði í brummuni

3 tímar síðan