Útvið 12.000 útgávur í 96 ár

Sosialurin fyllir 96 ár í dag – fyrsta útgávan var 24. mai í 1927

Í dag eru 96 ár síðani Sosialurin kom á gøtuna á fyrsta sinni – og blaðið er komið út regluliga og uttan slit øll hesi 96 árini.

 

Fyrstu árini kom blaðið eina ferð um vikuna. Sum oftast fýra síður, onkuntíð tó bert tvær síður, og onkrar aðrar tíðir vóru síðurnar átta í tali.

 

Við tíðini vaks blaðið, í sekstiárunum bleiv tað til tvær útgávur um vikuna, og í 1982 bleiv tað til tríggjar ferðir. Í 1990 til fimm ferðir, og aftur í 2010 vórðu útgávurnar minkaðar niður í tríggjar um vikuna, og í 2021 fór blaðið aftur niður fyrst tvær útgávur um vikuna.

 

Sosialurin kemur út hvønn fríggjadag og eina til tvær ferðir um mánaðin kemur ókeypis lýsingarblaðið hjá Sosialinum í hvørt hús í landinum.

 

Øll árini fram til ólavsøku í 2021 varð Sosialurin prentaður í Føroyum.

 

Tað var tann tá nýstovnaði arbeiðaraflokkurin í Føroyum, Føroya Javnaðarflokkur, sum stovnaði Sosialin í 1927. Tá æt blaðið »Føroya Social-Demokrat«. Heitið varð kent úr Danmark, har arbeiðararøslan hevði fleiri bløð, sum bóru heitið »Social-Demokraten« – ofta í talu stytt til »Socialen«. 

 

##med2##

 

Fyrstu 18 árini hevði blaðið danskt ávirkaða heitið, »Føroya Socialdemokrat«, við c og við ongari ur-ending. Men 7. apríl í 1945 verður navnið »føroyskað« til »Føroya Sosial-Demokratur«.

 

Manna millum varð blaðið bara kallað »Sosialurin«, og tí valdu tey 2. apríl í 1955 at broyta navnið tilsvarandi, og síðani hevur blaðið alment itið »Sosialurin«.

 

Blaðið hevði frá fyrstu útgávu sína egnu prentsmiðju, sum varð sett upp í leigaðu hølum hjá Losjuni á Tinghúsvegnum í Havn.

 

##med4##

 

Tá í tíðini var neyðugt hjá einum politiskum flokki at hava eitt blað fyri at fáa boðskapin út. Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, sum vóru fyrstu flokkar á tingi høvdu síni málgøgn, Dimmalætting og Tingakross, og tí var neyðugt hjá Javnaðarflokkinum at stovna sær blað fyri at kunna droyma um at vinna sær sess á tingi. Tað sama gjørdi Fólkaflokkurin, sum gav út Dagblaðið í juli í 1934. Fólkaflokkurin kom á ting í 1936 (tá æt hann Vinnuflokkurin). Tjóðveldisflokkurin gav út 14. september tú í juni í 1947, trý ár áðrenn flokkurin kom á ting á fyrsta sinni í 1950.

 

Sum frá leið fór tíðin frá politisku bløðunum. Summi royndu at leggja á annan bógv, onnur hildu fram í politisku kósini. Tað eydnaðist hjá Dimmalætting og Sosialinum at hóra undan. Hjá Dimmalætting var støðan tann, at Sambandsflokkurin átti ikki í blaðnum, sum Andras Samuelsen, formaður floksins, hevði átt størsta partin í, og sum eftirkomarar hansara nú áttu. Tí kundi blaðleiðslan av sínum eintingum loysa seg frá flokkinum. Javnaðarflokkurin seldi í 2006 øll síni partabrøv í Sosialinum til leiðslu og starvsfólki. Hini politisku bløðini eru øll farin í søguna.

 

Eftir at Sosialurin flutti út á Argir í nýggj høli við nýggjar prentsmiðju í 1982 fór at ganga framá við blaðnum, sum støðugt mentist. Í 2000 løgdu Dimmalætting og Sosialurin prentsmiðjurnar saman í Prentmiðstøðina, sum til á ólavsøku í fjør prentaði bløðini, sum nú verða prentað í Danmark.

 

##med3##

 

Í 2005 flutti Sosialurin av Argjum í Miðlahúsið í Vágsbotni, har blaðið hevur verið síðani.

 

Talgilda tíðin hevur sína ávirkan á bløðini – men hóast bløðini eru færri í tali, enn tey hava verið, so eru lesararnir støðugt vaksnir tí tali, tí stórur partur av framleiðsluni er fluttur á internetið. Sosialurin kann lesast í talgildari útgávu á netinum – men seinastu sløku 26 árini hevur Sosialurin verið virkin á internetinum. Tað byrja við Internet Sosialinum, sum kom á netið í september í 1997. Frá 2000 til 2013 røkti Sosialurin tíðindapartin á portal.fo fyri Føroyar Tele, og síðani 2013 hevur Sosialurin havt tíðindasíðuna in.fo – har blaðfólkini á Sosialinum hava skrivað út við 125.000 greinar hesi sløku 25 árini.

 

Sosialurin er komin á gøtuna umleið 12.000 ferðir hesi 96 árini síðani 24. mai í 1927.

 

 

 


 

 

Gamla pressan hjá Sosialinum, sum stóð á prentsmiðjuni á Heygsbreyt. Hendan pressan hevði prentað Føroyatíðindi, Tingakross, Dagblaðið, 14. September og Sosialin. Eingin visti rættiliga, hvussu gomul hon var, men hon var framleidd í Oslo í teirri tíðini, tá býurin hevði navnið Kristiania. Helst var tað spell, at hendan søguliga og gamla prentmaskina varð sundursorlað og fyribeind í 1973, tá hon mátti víkja fyri meiri framkomnari tøkni

Jarleivur Hilduberg byrjaði sum prentari, tá Sosialurin aftur fekk prentsmiðju í nýggju blaðhúsunum á Argjum í 1982. Hann starvaðist sum prentari til 1998

Á ólavsøku í 2021 gavst Prentmiðstøðin við virksemi sínum. Og nú verða bløðini prentað í Danmark.