info
Ongi úrslit

VIDEO: 15 ár síðani minniliga 1-0 sigurin á Russlandi

(Video) Hoyr hæddarpunkt og samrøður frá gamla Rás2, og síggj videohæddarpunkt frá 9. juni 2009 tá U21-landsliðið vann 1-0 á Russlandi

Heri Simonsen
9. juni 2024 kl. 00:05

Í dag 9. juni eru 15 ár liðin síðani tann størsta føroyska U21-landsliðssigurin nakrantíð. Føroyar vunnu fyri júst 15 árum síðani 1-0 á Russlandi í EM-undankappingardysti á ovara vølli í Gundadali.

Jóan Símun Edmundsson skoraði sigursmálið longu í fyrsta minutti av dystinum. Bert fáar dagar frammanundan hevði føroyska liðið á sama vølli tapt 0-4 móti Rumenia.

Føroyska liðið sum vann 1-0 á Russlandi 9. juni í 2009 (fsf.fo) :

16. Jóan Pauli Jacobsen
2. Pætur Jørgensen
3. Rógvi Holm
5. Pól Jóhannus Justinussen
10. Christian Restorf Mouritsen
11. Kristoffur Jacobsen
12. Páll A. Klettskarð
13. Erling Jacobsen
14. Róaldur Jacobsen
17. Jóan Símun Edmundsson
18. Jóhan Ellingsgaard

ÓBRÚKTIR LEIKARAR:

1. Teitur M. Gestson

4. Rói Danielsen

7. Rasmus F. Nielsen
8. Franck Poulsen

ÚTSKIFTINGAR:

74. min. » 15. Jann Martin Mortensen « 18. Jóhan Ellingsgaard

82. min. » 6. Odmar Færø « 11. Kristoffur Jacobsen

90+4. min. » 9. Øssur Dalbúð « 12. Páll Klettskarð

HER ber til at hoyra hæddarpunktini frá gamla Rás2. Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen søgdu frá á Rás2. Jákup Mørk var viðmerkjari. Hoyr samrøðurnar Eirikur í Jákupsstovu og Tróndur Arge gjørdu aftaná dystin, har teir prátaðu við match-vinnaran, Jóan Símun Edmundsson, Heðin Askham, venjara og aðrar U21 landsliðsspælarar.

Her ber til frá YouTube at síggja og hoyra hæddarpunktini frá KVF. Kaj Joensen var frásøgumaður, og núverandi U21-landsliðsvenjarin, Eli Hentze var viðmerkjari. Tað er Ivan Eginsson Eysturland við rásini, Farerets, ið hevur lagt hæddarpunktini út á YouTube.

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Birna Mikkelsen var besti leikarin í september

1 tími síðan
Hondbóltur

Óli er valdur á vikuliðið

7 tímar síðan
Tíðindi

Her er nýggi stjór­in í Fjar­hita­felag­num

7 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Vit tapa ikki kríggið men vit missa fólk

8 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: PSG vann á FC Barcelona

8 tímar síðan
Fótbóltur

Loksins fekk Grimsby aftur stig í League Two

8 tímar síðan
Tíðindi

Marin Kristina í Dali er útbúgvin serlækni

9 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: H71 vann sjeynda sigurin á rað

9 tímar síðan
Tíðindi

Sleppa undan heilsu­trygdar­gjaldi – men hvør rind­ar rokningina?

9 tímar síðan
Tíðindi

Høgni Johannesen í Betesda mikukvøldið

9 tímar síðan
Lesarabrøv

Løgtingið ímóti kommununum

9 tímar síðan
Fótbóltur

Ovara endaspælið: HB vann stórsigur á Skála ÍF

10 tímar síðan