Liðið hjá Óla Mittún, GOG vann sunnudagin í málríkum dysti í Svendborg Arena 39-30 á KIF Kolding. Í steðginum var mest sum avgjørt, tí tá var GOG á odda 22-12.
Óli var sera effektivur. Hann skoraði sjey mál upp á sjey málroyndir, og hann legði eisini upp til tvey mál.
Fyri góða avrikið er Óli valdur á vikuliðið fyri 10. umfar í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Hesir manna vikuliðið:
Málverji: Emil Kheri Imsgard (NSH)
Vinstri vongur: Morten Jørgensen (FHK)
Vinstri bakkur: Elvar Ásgeirsson (REH)
Spælskipari: Óli Mittún (GOG)
Høgri bakkur: Nikolaj Larsson (NSH)
Høgri vongur: Patrick Wiesmach (AAH)
Strikuleikari: Anders Zachariassen (BSH)