info
Ongi úrslit

Zelenskyj: - Vit tapa ikki kríggið men vit missa fólk

Úr Noregi fer serligi sendimaðurin hjá USA til Moskva at hitta russiska forsetan, Vladimir Putin, í royndini at fáa í lag eina friðaravtalu millum Russland og Ukraina

Vilmund Jacobsen
20. oktober 2026 kl. 23:17

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, segði á tíðindafundi í Noregi seinnapartin í dag, at Noreg er eitt av londunum, sum hevur stuðlað Ukraina best, síðan Russland leyp á í februar í 2022.

- Noreg hevur hjálpt okkum at verja lív og varðveita menniskju.

Forsetin segði, at Ukraina ynskir, at kríggið endar so skjótt sum gjørligt, og hann segði eisini, at undir vitjanini í Noregi í dag hevur eisini verið tosað um, hvat verður týdningarmikið, tá kríggið einferð endar.

Vitjanin í Noregi í dag, har samráðingar hava verið millum ríkisleiðarar og serliga sendimannin hjá USA, er hin fimmta hjá ukrainska forsetanum síðan russisku innrásina.

- Vit tapa ikki hetta kríggið, men vit missa fólk og tíð, segði Volodymyr Zelenskyj á tíðindafundinum.

Fundirnir, sum hava verið í norska høvuðsstaðnum Oslo í dag, eru í einari tíð, har kalt er millum amerikanska forsetan, Donald Trump, og ukrainska forsetan, nú USA hevur gjørt av at keypa nógva olju úr Russlandi.

Úr Noregi fer serligi sendimaðurin hjá USA til Moskva at hitta russiska forsetan, Vladimir Putin, í royndini at fáa í lag eina friðaravtalu millum Russland og Ukraina.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Óli er valdur á vikuliðið

4 minuttir síðan
Tíðindi

Her er nýggi stjór­in í Fjar­hita­felag­num

24 minuttir síðan
Fótbóltur

Champions League: PSG vann á FC Barcelona

59 minuttir síðan
Fótbóltur

Loksins fekk Grimsby aftur stig í League Two

1 tími síðan
Tíðindi

Marin Kristina í Dali er útbúgvin serlækni

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: H71 vann sjeynda sigurin á rað

2 tímar síðan
Tíðindi

Sleppa undan heilsu­trygdar­gjaldi – men hvør rind­ar rokningina?

2 tímar síðan
Tíðindi

Høgni Johannesen í Betesda mikukvøldið

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Løgtingið ímóti kommununum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Ovara endaspælið: HB vann stórsigur á Skála ÍF

2 tímar síðan
Tíðindi

48 nýggj vinnustykki liðug á Ovara Hjalla

3 tímar síðan
Fótbóltur

Heimaliðið takkaði fyri seg við stórsigri á Vágseiði

3 tímar síðan