Jákup Martin tók útbúgving sum maskinmeistari í 2009, hann hevur seinastu tíðina siglt sum maskinmeistari við jack-up skipi innan vindmyllu uppseting.
Jákup Martin hevur eisini royndir hjá SEV. Fyrst sum maskinmeistari á grønu orkuverkunum og eisini sum økisleiðari í miðstaðarøkinum. Og seinast sum deildarleiðari á rakstrardeildini hjá SEV, áðrenn hann fór út aftur at sigla.
Nevndin vil takka Eiriki Mørkøre, ið hevur røkt starvið sum fyribilsstjóri síðani í vár, eftir at Hans Christian Dam legði frá sær sum stjóri vegna aldur. Somuleiðis vil nevndin takka Hans Christiani fyri síni 22 ár sum stjóri í felagnum.
Tað arbeiða seks fólk hjá Fjarhitafelagnum, sum fyri kortum flutti í nýggj høli yviri við Strond í Havn.
Jákup Martin er 44 ára gamal, býr í Vestmanna saman við konu síni og trimum børnum.
Hann tekur við starvinum 1. januar 2027.
– Við vón um gott samstarv ynskja vit Jákup Martini til lukku við starvinum og blíðan byr, skrivar nevndin í Fjarhitafelagnum.