info
Ongi úrslit

VIDEO: Argentina vann Copa America aftaná longda leiktíð

(Video) Síggj hæddarpunktini frá 1-0 sigrinum hjá Argentina á Kolumbia

Heri Simonsen
15. juli 2024 kl. 07:15

Argentina er Copa America meistari aðru ferð á rað. Tað gjørdist veruleiki í nátt føroyska tíð.

Argentina vann í finaluni 1-0 á Kolumbia aftaná longda leiktíð. Finalan var leikt á Hard Rock leikvøllinum í Miami í Florida í USA.

Laut­aro Martín­ez skoraði sigursmálið í 112. minutti.

Kolumbia var betra liðið í fyrra hálvleiki, men teir tóku ikki av málmøguleikunum.

Argentina hevur nú vunnið Copa America 16 ferðir í søguni. Hetta er triðja stóra heitið Argentina vinnur innanfyri trý ár.

Lionel Messi mátti av vøllinum við einum skaða í 66. minutti.

Tað var rok rundanum vøllin í Miami undan finaluni, og tí var finalan seinkað nærum hálvanannan tíma. Kolumbianskir fjepparar, ið ikki høvdu atgongumerki til leikvøllin royndu at bróta seg inn. 

Tað hevur í heila tikið gingið illa hjá amerikonsku trygdarfólkunum undir hesari Copa America kappingini, og tað fáa tey eisini ákoyringar fyri. 

Talan er um triðja stóra heitið Messi vinnur við Argentina. Messi hevur nú vunnið HM-gull á einum sinni, og Copa America-gull á tveimum sinnum. Harumframt hevur Messi vunnið HM-silvur á einum sinni, og Copa America-silvur á trimum sinnum. Messi hevur eisini vunnið OL-gull og U20 HM við Argentina. Saman við Argentina hevur Messi eisini vunnið interkontinentalu finaluna millum Copa America meistaran og evropameistaran. 

Cristiano Ronaldo hevur vunnið eitt EM-gull og eitt Nations League-gull við Portugal, so Messi er væl frammanfyri Ronaldo á tí frontinum.

Talan var um seinasta landsdystin hjá 36 ára gamla, Angel di Maria fyri Argentina. Messi sum er 37 ára gamal hevur enn ikki tikið endaliga avgerð um hann ætlar at vera við til HM í USA, Meksiko og Kanada í 2026. 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá Copa America finaluni:

Myndin er ikki tøk

HER ber til at síggja argentinska hópin fegnast um sigurin:

Myndin er ikki tøk

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Hillerød er bert eitt stig frá ovara endaspælinum

1 tími síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Gyltu misti alt á gólvið seinasta minuttin

3 tímar síðan
Fótbóltur

Thomas Bjørn Miezan skiftir til AB

3 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir hevur skotið 64 mál í átta dystum

4 tímar síðan
Fótbóltur

Fyrsta tapið hjá SV Ried síðani 30. august

4 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: EB vann á StÍF í bólki 2

5 tímar síðan
Tíðindi

Upp í 4,5 milliónir seiðir burturbeindir á hvørjum ári

5 tímar síðan
Tíðindi

Champions League: Marita var næstbesti málskjúttin hjá Nykøbing-Falster

6 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Västerås brendi tvey brotsspørk - Mjällby sleppur undan niðurflyting

6 tímar síðan
Tíðindi

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Andriasi er ósigrað í fimm teimum seinastu dystunum

7 tímar síðan
Tíðindi

J&K Petersen fær nýggjar eigarar

7 tímar síðan