Undan heimadystinum hjá liðnum hjá Samuel Chukwudi, SV Ried móti LASK Linz á Josko Arena leikvøllinum í kvøld hevði Ried ikki tapt ein dyst í eysturríksku Bundesliguni síðani 30. august.
Í kvøld steðgaði tann góða gongdin við 2-4 tapi fyri LASK. Støðan var annars javnleikur 2-2 móti dystarenda, men seinastu minuttirnar skoraði LASK tvær ferðir.
LASK legði seg á odda longu í triðja minutti av dystinum. Men Ried javnaði við einum sjálvmáli í 32. minutti, og í 37. minutti fekk Ante Bajić Ried á sigurskós. Tað gingu tó bert tveir minuttir, so hevði LASK javnað til 2-2. Og seinastu løtuna av dystinum gekk alt galið hjá heimaliðnum.
SV Ried er nummar seks í deildini við 16 stigum. Júst sætta plássið gevur atgongd til ovara endaspælið aftaná lokið grundspæl.
Sunnudagin 22. november spælir SV Ried dyst á útivølli móti Wolfsberger AC.
Samuel fer nú at ferðast saman við føroyska landsliðnum til Slovakia fyri at spæla dyst í Nations League komandi fríggjakvøld klokkan 19.45.