info
Ongi úrslit

VIDEO: Västerås brendi tvey brotsspørk - Mjällby sleppur undan niðurflyting

(Video) Tveir liðfelagar hjá Mattiasi Hellisdal høvdu ikki hepnið við sær

Savnsmynd: Johnny Samuelsen
Heri Á. Simonsen
7. november 2026 kl. 19:25

Mattias Hellisdal var á vøllinum í 66 minuttir fyri Västerås, og hann sá tveir av sínum liðfeløgum brenna brotsspørk móti Örgryte á Gamla Ullivi leikvøllinum í Göteborg.

Dysturin endaði 0-0. Tá 10 minuttir vóru leiktir brendi Taonsa Axel fyrra brotssparkið hjá Västerås, tá málverjin hjá heimaliðnum megnaði at bjarga tí. Seinni hálvleikur var bert fýra minuttir gamal, tá Abdelrahman Boudah fekk høvið at leggja Västerås á odda við seinna brotssparkinum teir fingu tillutað. Men hann sendi brotssparkið á stongina.

Men 0-0 javnleikurin og samstundis boðini um, at Degerfors á heimavølli hevði tapt 1-2 fyri GAIS komu væl við hjá liðnum Áka D. Samuelsen og Martini Agnarssyni, Mjällby.

Nú Örgryte og Degerfors hava bert tveir dystir eftir at leika hava tey 20 stig hvør. Mjällby sum hevur tríggjar dystir eftir at leika hevur longu 27 stig, og tí kann føroyingaliðið spæla frítt í trimum teimum seinastu dystunum. Halmstad, ið er aftast í deildini við 17 stigum kann eisini í mesta lagi røkka 26 stigum.

Sostatt rætti Mattias Áka og Martini eina hjálpandi hond við javnleikinum í Göteborg í dag.

Seinnapartin í morgin klokkan 15.30 spælir Mjällby dyst á útivølli móti Brommapojkarna. Høvuðsfokus hjá Mjällby nú verður at vinna seg víðari úr deildarspælinum í Conference League, har teir hava fingið eina góða byrjan við sjey stigum fyri tríggjar teir fyrstu dystirnar.

HER ber til at síggja tey bæði brendu brotsspørkini hjá Västerås í 0-0 javnleikinum móti Örgryte:

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Marita var næstbesti málskjúttin hjá Nykøbing-Falster (Champions League)

15 minuttir síðan
Tíðindi

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

1 tími síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Andriasi er ósigrað í fimm teimum seinastu dystunum

1 tími síðan
Tíðindi

J&K Petersen fær nýggjar eigarar

1 tími síðan
Tíðindi

Liðið hjá Anniku vann fjórða dystin á rað

2 tímar síðan
Tíðindi

Grønlendska samgongan við at syndrast

3 tímar síðan
Hondbóltur

Silja, Vár og Lív vunnu føroyingauppgerðina

3 tímar síðan
Tíðindi

KG Hotel kosið ársins ferðavinnuátak

3 tímar síðan
Fótbóltur

Piteå hevur bjargað plássinum í bestu svensku fótbóltsdeildini

3 tímar síðan
Tíðindi

SEV kann fara í rættin um dampketilin á Sundi

4 tímar síðan
Tíðindi

70.000 løgreglufólk klár til nýggj mótmæli í Fraklandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Tá arbeiðararnir skipaðu seg

5 tímar síðan