Stjarnan hevur bert tvey stig fyri átta teir fyrstu dystirnar í hesum kappingarárinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum, men tær hava ein føroyskan leikara, Inga Maria Roysdóttir, ið ger tað framúr hvønn einasta dyst.
Í dag tapti Stjarnan á útivølli 21-27 fyri ÍBV, ið var á odda 13-7 í steðginum.
Inga Maria Roysdóttir skoraði í dag níggju mál upp á 12 málroyndir. Hon legði eisini upp til tvey mál, og hon vann liðnum tvey brotskøst.
Inga Maria var staðfest at vera næstbesti leikarin á vøllinum. Landsliðsleikarin hjá heimaliðnum, Sandra Erlingsdóttir skoraði 16 mál upp á 18 málroyndir, og var vald at vera besti leikarin.
Inga Maria hevur í átta dystum skotið 64 mál, ið eru átta mál í miðal pr. dyst. Harumframt hevur Inga Maria lagt upp til 25 mál, og hon hevur vunnið liðnum 22 brotskøst.
Joan R. Johannesen skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir, og vann liðnum eitt brotskast, tá lið hennara, KA/Þór á útivølli tapti 22-26 (10-15) fyri Selfossi.
KA/Þór er triðaftast í deildini við fýra stigum.
Komandi fríggjakvøld klokkan 18 spælir Stjarnan dyst á útivølli móti Selfossi. Sama kvøld klokkan 19 fær KA/Þór vitjan av Fram.