Fyrr í dag høvdu Marita Mortensen og liðfelagarnir í Nykøbing-Falster dyst á heimavølli í innleiðandi bólki B í EHF Champions League móti norska liðnum, Storhamar.
Storhamar vann dystin 31-25. Norska liðið var flúgvandi í fyrra hálvleiki, og vóru tær á odda 22-12 í steðginum.
Marita avrikaði væl í dag. Hon skoraði fýra mál upp á fimm málroyndir, og so legði hon eisini upp til tvey mál. Marita var næstbesti málskjúttin hjá heimaliðnum. Mia Svele var við níggju málum toppskjútti hjá Nykøbing-Falster.
Nykøbing-Falster er næstaftast í bólki B við trimum stigum fyri sjey dystir.
Í innleiðandi bólki A tapti liðið hjá Pernille Brandenborg, CSM Bukarest stórt á útivølli 25-40 (11-20) fyri franska liðnum, Brest Bretagne.
CSM Bukarest er nummar fýra í bólkinum við seks stigum fyri sjey dystir.