info
Ongi úrslit

Yvir 100 fólk lýddu á Virgar

– Petur Mohr Dam er Føroya sociali arkitektur, sigur 86 ára gamli Virgar T. Dalsgaard, sum í ein heilan tíma undirhelt stóru áhoyrarafjøldini í Miðlahúsinum í Havn

Eirikur Lindenskov
16. november 2023 kl. 16:29

Í gjárkvøldið var bókaframløga í Miðlahúsinum í Havn, har Virgar T. Dalsgaard legði fram bók sína um Petur Mohr Dam, fyrrverandi løgmann.
Kendi kjakarin, tann 86 ára gamli Virgar T. Dalsgaard úr Havn, sum býr í Keypmannahavn, hevur skrivað eina ævisøgu um Petur Mohr Dam, fyrr verandi løgmann og formann Javnaðarfloksins.
– Petur Mohr Dam er Føroya sociali arkitektur, sigur Virgar T. Dalsgaard. 

Myndin er ikki tøk

Hann segði, at Petur Mohr Dam, sum varð føddur í 1898 og sum doyði í 1968 var føddur við silvurskeið í minni, men misti hana. Hann var borin til eitt ríkt kongsfesti í Kollafirði og vaks upp í einum tryggum handilshúsi í Skopun. Men lagnan vildi tað so, at hann mist pápan av vanlukku sum smádrongur og mátti vegna drúgva sjúkralegu siga kongsfestið í Kollafirði frá sær.
– Handilin í Skopun mátti steingja, so alt húskið varð rakt av fátækradømi og stórari neyð.

Myndin er ikki tøk

– Petur Mohr beit saman tenn, smoygdi seinni sínar socialu ermar upp og herjaði kompromisleysur móti armóð og órætti, greiddi Virgar T. Dalsgaard frá.
Hann greiddi síðani frá í ein heilan tíma um søgur um Petur Mohr Dam og uppruna Javnaðarfloksins úr bókini. Við greiðari og harðari røddi greidd hann frá, uttan manuskript. Tað sást ikki, at talan var um ein 86 ára gamlan mann, soleiðis sum hann gekk aftur og fram og við nevanum á loft greiddi frá søgum úr bókini og undirhelt teimum gott 100 áhoyrarunum, sum komnir vóru at lýða á.
Talan eru ein ein ævisøgu, sum Virgar T. Dalsgaard sjálvur hevur skrivað. Eingin úr familjuni hjá Petur Mohr Dam hevur luttikið í arbeiðinum ella lisið bókina, áðrenn hon kom út. 

Myndin er ikki tøk

Sum umboð fyri familjuna segði Rigmor Dam, sum er abbadóttir Petur Mohr Dam, nøkur orð. Hon takkaði fyri – og vísti á, at hóast hon ikki altíð er samd við mátanum, sum Virgar T. Dalsgaard førir síni sjónarmið fram, so gleddi hon seg til at lesa bókina.

Myndin er ikki tøk

Virgar Tórarson Dalsgaard er føddur 1. november 1937 í Skálavík og er pensioneraður fólkaskúlalærari. Hann hevur sum útiseti búð í meira enn tveir mansaldrar í Danmark, men kortini meginpartin av tíðini fylgt við sum politiskur eygleiðari. Hann er nú á døgum millum tey fáu, sum hava kent Petur Mohr Dam persónliga, og hevur tí sett sær fyri at lýsa javnaðarhøvdingin, bæði sum privatpersón, undirvísara, skald og socialan stríðsmann. 

Myndin er ikki tøk

Hetta var fyrsta framløgan av bókini, sum var í Miðlahúsinum í gjár. Í kvøld verður bókin løgd fram í Skopun, har Petur Mohr Dam varð føddur og vaks upp. Framløgan verður í Samljóði í kvøld klokkan 18 – og verður hon uttan iva eins livandi, sum hon var í Miðlahúsinum í gjárkvøldið – so tað verður ikki keðiligt hjá skopuningum og sandoyarfólki at lurta eftir høvundanum, sum hevur sínar røtur í Skálavík, har hann eisini er føddur.

Myndin er ikki tøk

Mánakvøldið 20. november kl. 20.00 verður framløga í kantinuni í Trongisvágs skúla, og týskvøldið 21. november kl. 19.00 verður bókin løgd fram í Klaksvíkar Bókasavni.

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

Í gjár kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

Í gjár kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

13 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fleiri spreingingar í Riyadh

1 tími síðan
Lesarabrøv

Viðmerking til kjak um ferðslu­lóg í sam­band við el­súkklur

1 tími síðan
Tíðindi

Soleiðis er bygdarráðið í Vestmanna skipað

1 tími síðan
Tíðindi

Rannsakaðu heimið hjá Trump-kritikara: – Eg vil ikki tiga

3 tímar síðan
Tíðindi

Fyrrverandi borgar­stjóri er nú vara­borgar­stjóri í Vestmanna

4 tímar síðan
Fótbóltur

Høvdu vunnið seks av seks dystum - taptu fyri Andorra á fyrsta sinni

5 tímar síðan
Tíðindi

Eyðdis vil hava aldursmark – Jacob hevur ongar ætlanir

5 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ætlar ikki at strika toll og avgjøld

6 tímar síðan
Tíðindi

Heystfagnaðarskráin 2026 er tøk

6 tímar síðan
Tíðindi

53 milliónir meira til gransking og menning

7 tímar síðan
Tíðindi

Fyrsta føroyska váða­mynd­in verð­ur klár í nov­em­ber ella desem­ber

8 tímar síðan
Fótbóltur

Eitt stig til B68 og sjey stig til Víking

8 tímar síðan