info
Ongi úrslit

15 milliónir at tryggja ferðsluna við Streymin

Landsverk metir, at ein loysn við undirføring undir landsvegin er besta loysnin fyri at gera leiðina á Oyrarbakka ferðslutrygga

Eirikur Lindenskov
28. mai 2026 kl. 17:55

Tað sigur Jacob Vestergaard landsstýrismaður, í svari til Bill Justinussen, løgtingsmanni, sum setti honum ein fyrispurning um vegastrekkið við Streymin

Fyrispurningurin hjá Bill Justinussen var soljóðandi:

1. Nær kann væntast, at vegastrekkið við Streymin fær eina varandi ferðslutrygga loysn?

2. Hvussu nógv kostar tað at broyta vegastrekkið, so ferðslan verður trygg?

3. Hvør loysn heldur landsstýrismaðurin er tann besta?

Í svarinum til spurningarnar vísir landsstýrismaðurin á, at ferðslutrygd skal altíð raðfestast, tá vegir og átøk verða gjørd, har ferðsluviðurskiftini ikki eru nóg góð.

– Trupulleikin við ferðslutrygdini við Streymin er, at tað eru ov nógvar íbindingar á einum stuttum vegastrekki. Harumframt er sýnið frá íbindingini í Norðskála og út á høvuðsvegin ikki nøktandi, tí íbindingin liggur á innaru síðuni á einum svingi á høvuðsvegnum, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Hann vísir á, at fyri fýra áum síðani varð loyvda ferðin fram við vegamótunum lækkað úr 80 km/t. niður í 60 km/t.

– Í ár eru ferðgáar settir upp, sum vísa koyrdu ferðina. Ferðgáin blinkar, um koyrt verður ov skjótt, sigur landsstýrismaðurin og heldur fram:

– Arbeitt hevur verið við eini loysn fyri alt vegastrekkið við Streymin síðani 2007, tá ið Løgtingið játtaði pengar til at kanna eina verkætlan, har vegurin frá Norðskála verður leiddur undir høvuðsvegin til Oyrarbakka. Arbeiðið varð boðið út, og tilboð kom inn upp á 4,2 mió. kr., men Løgtingið játtaði ikki neyðuga upphædd til at fremja verkætlanina, sigur hann.

Við hesi loysnini hevði lokala ferðslan millum Norðskála og Oyrarbakka ikki verið noydd at farið út á høvuðsvegin, og ferðslan hevði verið knýtt bæði betri og tryggari saman.

– Henda loysnin fevnir eisini um eina minni rundkoyring inni á Oyrarbakka tætt við skúlan, har Magnstøðin, vegurin til Oyrarbakka, vegurin frá Norðskála, vegurin út á landsvegin og møguliga skúlin verða savnað í hesi rundkoyringini. Ein nýggj felags íbinding hevði verið gjørd Oyrarbakkamegin út á høvuðsvegin tætt við, har verandi íbinding er, sigur hann.

– Landsverk metir, at nevnda loysn við undirføring er besta loysnin fyri alt vegastrekkið. Samlaða verkætlanin kostar umleið 15,0 mió. kr.

– Landsverk og Sunda kommuna hava eisini umrøtt at gera eina stóra rundkoyring úti á landsvegnum. Harumframt er eitt annað uppskot kannað, har ferðsla frá øllum vegum verður stýrd við ferðsluljósum. Henda loysnin verður mett til at kosta umleið 5 mió. kr.

– Ein avbjóðing við loysnini við stórari rundkoyring á landsvegnum og loysnini við ferðsluljósum er, at størri tillagingar mugu gerast við atkomuvegunum. Brekkan niðan móti Norðskálatunlinum kann verða ein avbjóðing hjá størri akførum, um tey skulu steðga við eitt vegamót áðrenn brekkuna, serliga um veturin.

– Ferðsluviðurskiftini við Streymin skulu tó vera í lagi. Landsstýrismaðurin er sinnaður at arbeiða fyri eini loysn fyri alt vegastrekkið. Vónandi eydnast at fáa eina játtan til vegar til endamálið, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svarinum til Bill Justinussen.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin

1 tími síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál

2 tímar síðan
Fótbóltur

Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

3 tímar síðan
Tíðindi

Tinganes skal hava fast­an byggi­harra­ráð­geva

3 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir

4 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann greiðan sigur á VÍF í Vestmanna

4 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Boas gekk undan í sjeymálssigri við 16 málstigum

4 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj krøv fyri at fáa var­andi uppi­halds­loyvi

5 tímar síðan
Fótbóltur

Sandoyingar hava vunnið gull

5 tímar síðan
Hondbóltur

Kjartan vann á Róa í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

6 tímar síðan
Fótbóltur

FC Hoyvík hevur fatur í langa endanum

6 tímar síðan