Úr savninum. Soleiðis skrivar Sosialurin 1. oktober í 1996:
Aftaná at hava verið ein partur av býarmyndini í Havn í 73 ár, hevði skósølan hjá Jóan Jakku opið fyri seinastu ferð í gjár.
Jóan Jakku Joensen lat handilin upp saman við konu síni Poulinu Joensen í húsum teirra í Tróndargøtu í 1923. Tvey ár seinni, í 1925, flutti handilin oman í Vágsbotn, og líka síðani hava tey selt skógvar úr hesum húsinum við síðuna av handlinum hjá Andriasi í Vágsbotni.
Jóan Jakku var sjálvur skómakari, og hann seymaði eisini skógvar sjálvur frá grundini av. Tað seinasta parið, hann byrjaði at seyma, stendur enn hálvliðugt niðri í handlinum, sigur dóttir Jóan Jakku og Poulinu, Solveig Dam, sum seinastu mongu árini hevur rikið handilin. Jóan Jakku doyði í 1990, 97 ára gamal.
Solveig Dam sigur, at tað er við sorgblídni, at hon í dag (í gjár blðm) letur handilin aftur fyri seinastu ferð.
Sjálv hevur hon staðið í handlinum í 57 ár, líka síðani hon fór úr skúlanum.
Skósølan, sum hon sá út áðrenn húsini blivu umbygd og útbygd. Sum tað sæst á myndini, var Jóan Jakku hondskómakari, og hann seymaði skógvar frá grundini av. Tað seinasta parið, hann fór undir at seyma, stendur enn hálvliðugt niðri í handlinum.
Ætlaðu at byggja út í 80'unum
Tvær ferðir eru húsini út- og umbygd, í 1932 og í 1959. Solveig sigur, at tey høvdu ætlanir um at byggja út einaferð í 80'unum eisini, tá tíðirnar enn vóru góðar.
– Vit høvdu gjørt tekningar, og alt var klárt, men tíbetur valdu vit at lata vera. Vit sóu hvønn veg tað bar og sølan kundi ikki blíva við at ganga uppeftir. Vit vistu heldur ikki hvør ella um nakar kundi yvirtaka handilin seinni, og tí sleptu vit ætlaninum, sigur hon.
Seinastu tjúgu árini hevur systir Solveig, Gunleyg Joensen, eisini staðið í handlinum, og annars hevur familjan rikið handilin øll árini. Nógv fólk uttanífrá hava tó starvast í handlinum eisini, og fleiri av teimum í heilt nógv ár.
Strævið at reka handil í dag
Men eingin í familjuni hevur hug til at reka handilin víðari, nú Solveig leggur frá sær.
– Tað er ikki bara at siga tað at reka handilin víðari. Tað er nógv meira arbeiði við at hava handil í dag enn fyrr. Bara alt pappírarbeiðið og annað skrivstovuarbeiði. Fyrr var alt meira persónligt enn í dag, og mær dámar best sjálv at práta við fólkið, ið kemur inn, enn at sita á skrivstovuni.
Hugnaligari fyrr
– Tað var eisini hugnaligari fyrr. Bátarnir løgdu at beint her niðri, og fólk komu inn á gólvið av bygd at práta og keypa. Nú er ferðasambandið nógv betri, men fólk hava skund og steðga ikki á so leingi.
Tann seinasta dagin eru nógv fólk komin inn á gólvið. Tómligt er á hillunum, men sum Solveig sigur, so verður okkurt parið selt, so leingi hillarnar ikki eru heilt tómar. Men í gjár komu fólk ikki bara inn í handilin, tí tey skuldu keypa skógvar. Tey flestu komu inn at siga takk fyri samstarvið og takk fyri syndan blíðsskap gjøgnum 73 ár, og tey fingu eisini ein kaffimunn yvir eitt prát.
Hevur verið ein góð tíð
– Tað hevur verið ein góð tíð, og vit hava havt nógvar góðar og trúgvar kundar upp gjøgnum árini. Og tað verður undarligt ikki at skula oman í Vágsbotn í morgin, sigur Solveig.
Spurd, hvat hon skal fáa tíðina at ganga við, nú handilin er afturlatin, sigur hon, at hon má siga sum politikararnir, at tað er ein góður spurningur.
– Eg fái sjálvandi tíð til at lesa meira, enn eg havi gjørt, og eg eri eisini áhuga fyri tónleiki. Og mær dámar væl at ferðast eisini, so um eg fái stundir og heilsan heldur, fari eg at gera meira burtur úr tí.
Solveig veit enn ikki at siga, hvat verður í húsunum, nú skósølan er afturlatin. Helst verða húsini leigaði út til handilsvirksemi aftur, og sjálv kundi Solveig hugsað sær, at ein skósøla lat upp aftur í somu hølum.
Og at tað eru góð hølir at hava skósølu í, vitna 73 ára virksemi um.
(Savnið hjá Sosialinum við bløðum frá 1927 til og við 2020 sæst her)