Tíðindaskriv:
Í samtakinum verða BioMarine, FLS, SMIR og GroAqua, ið allar eru viðurkendir veitarar av útgerð til alivinnuna.
Útboðið av vørum er ymiskt, og við at leggja feløgini saman, fær nýggja felagið veitt eina nógv betri heildarveiting til alivinnuna, og gerst harvið munandi meiri kappingarført.
”GroAqua hevur seinastu árini verið á einari spennandi og mennandi ferð. Felagið hevur ment seg úr smáum korum til at veita útgerð og tænastur langt út um landoddarnar. Feløg eru keypt í bæði Skottlandi og Norra, umframt at hava egna framleiðslu av fóðurflakum í Póllandi og egna deild í Danmark.
Tó hevur allatíð verið greitt, at skal felagið veruliga taka kappingina upp við tey størstu feløgini í veitaravinnuni, er neyðugt at gera tað saman við øðrum, og skal hetta stigið síggjast sum liður í tí arbeiðinum”, sigur Janus Thomsen, nevndarformaður í GroAqua, og stjóri í P/F Tjaldur.
P/F Tjaldur eigur GroAqua saman við leiðsluni í felagnum.

Nýggi eigaraskarin verður samansettur av verandi partaeigarum í ymsu feløgunum, umframt evropeiska íløgufelagnum Ambienta, ið við hesum veruliga ger seg galdandi á veitaramarknaðinum til alivinnuna.
Ambienta er ein evropeiskur grunnur, stovnaður í 2007, sum ynskir at menna feløg innan burðadygga vinnu. Við skrivstovum í Milano, London, Paris, München og Stockholm umsitur Ambienta yvir 4,5 mia. evrur í ognum.
Hóast talan er um stóra samanlegging, verður GroAqua ein av grundarsteinunum ið bygdur verður á víðari og koma føroysku eigararnir sostatt at hava stóra ávirkan í samanlagda felagnum, m.a. við at hava umboðan í nevndini.