Fýra milliónir verða settar av næsta ár, og ætlanin er at hava nýggja skipið liðugt í 2030.
Ætlanin er, at arbeiðið skal halda fram komandi árini, so skipið kann bjóðast út og byggjast við handan í 2030.
Kostnaðurin verður mettur til 300–400 milliónir krónur.
Hetta er eitt munandi meira ítøkiligt stig enn áður. 3. september segði Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, við Kringvarpið, at vaktarskipið skuldi við í fíggjarlógina og langtíðar løguætlanina. Nú stendur beinleiðis í fíggjarlógaruppskotinum, at landsstýrið hevur samtykt at fara undir projekteringina.
Tjaldrið kann liggja endaliga nær sum helst
Orðingin um Tjaldrið er rættiliga hvøss. Í fíggjarlógaruppskotinum verður 50 ára gamla skipið kallað „elligamalt og ótíðarhóskandi“, og landsstýrið sigur, at sannlíkindini fyri, at skipið verður endaliga lagt vegna brek, gerast størri fyri hvønn dag.
Tí verður mett neyðugt at hava tvey virkin skip, bæði fyri bjarging og tilbúgving og fyri at røkja altjóða eftirlitsskyldur.
Brimil skal aftur liggja í 10 vikur
Eisini stendur nakað nýtt um Brimil.
Í 2027 skal stýriskipanin til skrúvurnar skiftast, umframt annað viðlíkahald. Brimil verður tí væntandi tikin úr sigling í 10 vikur seint á sumri 2027. Játtanin til hetta er hækkað við 500.000 krónum.
Raksturin av vaktarskipunum hækkar úr 24,47 mió. krónum í 2026 til 26,22 mió. kr. í 2027. Harumframt verður játtanin hækkað 1,25 mió. kr. vegna hægri mettan oljuprís.