Sum vit skrivaðu her á síðuni í gjárkvøldið, so var eitt ferðsluóhapp við Sandsvatn í gjárkvøldið, tá ein arbeiðsbilur fór út av vegnum og endaði úti í vatninum.
Sambært løgregluni var talan um óansni. Bilurin fór út av vegnum og gleið síðani oman í Sandsvatn.
Bara førarin var í bilinum. Hann megnaði sjálvur at sleppa úr bilinum og fekk ongan skaða.
Førarin er útlendingur, sum arbeiðir í Føroyum.
Bilurin er nú fingin upp aftur úr Sandsvatni.