Viðkomandi koyrdi út frá bygdini og helt ikki víkiskylduna fyri einum bili, sum kom koyrandi framvið. Bilarnir rendu saman, men eingin fólkaskaði var.
Ferðafólkið var á veg av landinum og fekk tí bótina, áðrenn farið varð úr Føroyum.
Kemur viðkomandi aftur til Føroya, skal viðkomandi til koyriroynd, fyri at sleppa aftur at koyra bil í Føroyum. Málið hevur sambært løgregluni onga ávirkan á koyrikortið í heimlandinum.