info
Ongi úrslit

100 milliónir til Suðuroyartunnil næsta ár

Landsstýrið ætlar aftur í 2027 at seta 100 milliónir krónur í P/F Suðuroyartunnil. Pengarnir merkja tó ikki, at endalig avgerð er tikin um at byggja tunnilin. Fyrst skal verkætlanin projekterast og bjóðast út.

Eirikur Lindenskov
1. oktober 2026 kl. 09:24

100 milliónir krónur eru settar av til P/F Suðuroyartunnil í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2027, sum varð lagt fyri Løgtingið í gjár.

Tað er sama upphædd sum í 2025 og 2026, og í fíggjarlógaruppskotinum eru eisini 100 milliónir krónur árliga lagdar inn í ætlanina fyri 2028 og 2029.

Talan er um partapening í P/F Suðuroyartunnli. Fíggingarleisturin, sum politiska skipanin hevur arbeitt við, byggir á, at landið setur 100 milliónir krónur árliga í felagið í tíggju ár – tilsamans eina milliard krónur. Harumframt er ætlanin, at Íleggingargrunnurin skal veita 350 milliónir krónur.

Fyrst útboð – síðani avgerð um bygging

Hóast 100 milliónir krónur verða settar av næsta ár, er endalig politisk avgerð enn ikki tikin um at byggja Suðuroyartunnilin.

Forkanningarnar eru nú so gott sum lidnar. Í februar í ár samtykti Løgtingið lógina, sum gevur P/F Suðuroyartunnli heimild at fyrireika, projektera og bjóða Suðuroyartunnilin og tilhoyrandi tunnils- og vegakervi út.

Tá verkætlanin hevur verið í útboði, fæst ein neyvari kostnaðarmeting.

Er politisk undirtøka tá fyri at fara undir sjálva byggingina, er ætlanin at leggja eitt nýtt lógaruppskot fyri Løgtingið, sum gevur tunnilsfelagnum heimild at byggja og reka tunnilin.

Tí er 100 millióna játtanin í 2027 partur av fyrireikingini og kapitaliseringini av tunnilsfelagnum – og ikki í sjálvum sær ein byggijáttan til Suðuroyartunnilin.

Verkætlanin mett til 4,9 milliardir

Í álitinum hjá Fíggjarnevndini frá í summar varð samlaða verkætlanin mett at kosta umleið 4,875 milliardir krónur.

Av hesum varð sjálvur Suðuroyartunnilin við íbinding til Skúvoy mettur til 4,125 milliardir krónur. Atknýttar verkætlanir – millum annað vegagerð, nýggjur Sandvíkartunnil og tunnil gjøgnum Traðarhamar – vóru mettar til 750 milliónir krónur.

Endaligi kostnaðurin verður tó ikki kendur, fyrr enn verkætlanin hevur verið í útboði.

Síðani 2020 eru góðar 29 milliónir krónur brúktar til forkanningar og fyrireikingar av Suðuroyartunlinum. Tann gamla játtanin til forkanningar fær ongan nýggjan pening í 2027, tí arbeiðið nú verður framt í P/F Suðuroyartunnli.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

10 tímar síðan

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

Í gjár kl. 14:18

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýggj semingsroynd um nakrar dagar

16 minuttir síðan
Tíðindi

Bilurin gleið út í Sandsvatn

1 tími síðan
Tíðindi

Koyrdi 121 km/t í Kaldbaksbotni

2 tímar síðan
Fótbóltur

Dómarin á Tórsvølli í annaðkvøld hevur áður dømt Føroyar og KÍ

3 tímar síðan
Tíðindi

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

10 tímar síðan
Fótbóltur

Portugal fyrireikar seg uttan Ronaldo

11 tímar síðan
Fótbóltur

BK Häcken tapti eisini annan dystin í Champions League

11 tímar síðan
Fótbóltur

Ronaldo farin úr leguni: Vil seinni siga sannleikan

12 tímar síðan
Tíðindi

Fastlæst støða í Svø­ríki: Eing­in vil leiða stjórn­ar­sam­ráð­ingar

12 tímar síðan
Tíðindi

Uttanríkis- og fiskimálaráðið frídømt í Hægstarætti

12 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: EB skelkaði StÍF í høllini við Streymin

12 tímar síðan
Hondbóltur

Jana og liðfelagarnir taptu óvæntað fyri botnliði

13 tímar síðan