Í annaðkvøld klokkan 19.45 spælir føroyska fótbóltslandsliðið triðja dystin í bólki 3 í Nations League deild C. Dysturin á Tórsvølli verður móti Slovakia, ið er fremst í bólkinum við seks stigum. Føroyar hava tvey stig fyri tveir javnleikir.
KVF vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Tað verður ein royndur dómari, og ein gamal kenningur hjá KÍ og landsliðnum, ið skal leiða dystin millum Føroyar og Slovakia.
41 ára gamli Mohammed Al-Hakim, ið er svenskur ríkisborgari av irakiskari ætt verður høvuðsdómari til dystin á Tórsvølli. Hann hevur búð í Svøríki síðani hann var átta ára gamal.
Mohammed Al-Hakim hevur verið altjóða dómari síðani 2015, og hann hevur dømt dystir í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskan síðani 2012.
Tá Føroyar 9. september í fjør vunnu 1-0 á Gibraltar í HM-undankappingardystinum á Europa Point leikvøllinum í Gibraltar var Mohammed Al-Hakim høvuðsdómari. Mohammed Al-Hakim dømdi eisini minniliga Champions League undankappingardystin á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík, tá KÍ afturi í 2022 vann 3-1 á Bodø/Glimt, ið seinni hevur gjørt stórar skreytir í evropeiskum fótbólti.
FØROYAR-SLOVAKIA
Dómari: Mohammed Al-Hakim SWE
Hjálpardómari 1: Mehmet Culum SWE
Hjálpardómari 2: Fredrik Klyver SWE
Fjórði dómari: Joakim Sars SWE
VAR dómari: Daniele Doveri ITA
VAR hjálpardómari: Daniele Paterna ITA
UEFA dómaraeygleiðari: Ante Vučemilović CR
UEFA umboð: Paul Larkin NIR