info
Ongi úrslit

336 fólk vóru arbeiðsleys í august

Arbeiðsloysið í Føroyum var 0,9 prosent í august. Tað er 0,1 prosentstig minni enn í august í fjør, vísa nýggj tøl frá Hagstovu Føroya.

Eirikur Lindenskov
25. september 2026 kl. 16:58

Í august vóru 336 fólk rakt av arbeiðsloysi. Tað eru 38 færri enn sama mánað í fjør.

Umroknað til fulltíðararbeiðsleys vóru 276 fólk arbeiðsleys. Tað eru 34 færri enn í august 2025.

Arbeiðsloysið hevur ligið sera lágt seinastu mánaðirnar. Eisini í juli var tað 0,9 prosent, meðan tað í mars var eitt prosent.

Fleiri arbeiðsleysir menn enn kvinnur

Arbeiðsloysið er framvegis størri millum menn enn kvinnur.

125 kvinnur vóru raktar av arbeiðsloysi í august. Umroknað til fulla tíð vóru tær 102, og arbeiðsloysið hjá kvinnum var 0,7 prosent.

211 menn vóru raktir av arbeiðsloysi. Umroknað til fulla tíð vóru teir 174, og arbeiðsloysið hjá monnum var 1,1 prosent.

Hjá báðum kynum er arbeiðsloysið minkað 0,1 prosentstig samanborið við august í fjør.

Nærum tríggjar ferðir so høgt í Suðuroy

Stórur munur er á arbeiðsloysinum kring landið.

Suðuroy hevur størsta arbeiðsloysið við 1,9 prosentum. Tað er tó 0,3 prosentstig minni enn í august í fjør.

Minst er arbeiðsloysið í Norðoyggjum og Sandoynni, har tað í báðum økjum er 0,6 prosent. Arbeiðsloysið í Suðuroy er sostatt meira enn tríggjar ferðir so høgt sum í hesum økjunum.

39 hava verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár

Hagstovan hevur eisini hugt at, hvussu leingi tey arbeiðsleysu hava verið uttan arbeiði.

Størsti bólkurin – 36 prosent – hevði verið arbeiðsleysur í ein til tríggjar mánaðir.

Men 39 fólk, ella góð 12 prosent av teimum arbeiðsleysu, høvdu verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár. Sambært Hagstovuni hevur talið av langtíðararbeiðsleysum verið rættiliga støðugt yvir tíð.

Arbeiðsloysið er størst millum tey 35–44 ára gomlu, har tað er 1,3 prosent. Hjá teimum 25–34 ára gomlu er tað 1,2 prosent.

Minst er tað hjá teimum 16–24 ára gomlu og teimum 55–66 ára gomlu, har arbeiðsloysið er 0,6 prosent.

Sí øll nýggju arbeiðsloysistølini hjá Hagstovu Føroya

Mest lisið hesa vikuna

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Charlotte vann snarrøðukappingina fyri granskarar

16 minuttir síðan
Tíðindi

Hans Ellefsen fingið ársins miðlaheiðursløn

18 minuttir síðan
Lesarabrøv

Víðgongdar hugsjónir polarisera politiska landslagið

1 tími síðan
Fótbóltur

Tað er bara eitt ivamál

2 tímar síðan
Tíðindi

Tvær nýggjar skuldsetingar í Hagen-málinum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Landsliðið tíðindafund og venjing

2 tímar síðan
Tíðindi

Løgtingsins mentanarnevnd á kunningarferð í Norðurnoregi

2 tímar síðan
Tíðindi

Trý fólk dripin í álopi á Kyiv

3 tímar síðan
Tíðindi

Kanna føroyska aldursváttan til sosialar miðlar

3 tímar síðan
Tíðindi

Bókaverk við søgum úr Suðuroynni sum eingin hevur hoyrt um áður

4 tímar síðan
Tíðindi

Fyrireikingar­ til nýggja ung­dóms­ráð­gev­ing ganga væl

4 tímar síðan
Tíðindi

Artur verður fíggjarleiðari

5 tímar síðan