Tað hevur verið bæði tíðindafundur og venjing í dag, og nú klokkan 17 fer landsliðið úr Kasakstan at venja á Tórsvølli. Ætlanin var, at leiguflogfarið skuldi lenda í Vágum í gjárkvøldið, men vánaliga veðrið bar við sær, at flogfarið fór ikki avstað fyrrenn í nátt, og eftir at hava verið í luftini meiri enn seks tímar lendi leiguflogfarið fyrrapartin í Vágum.
Eyðun Klakstein landsliðsvenjari er fegin um, at flogfarið við mótstøðumonnunum er komið til Føroya:
-Tað gagnar okkum øllum, at tann spurningurin er svaraður, og at einki ivamál er um, um nú dysturin verður í morgin ella ikki.
Undir liðini á landsliðsvenjaranum á tíðindafundinum í dag var Odmar Færø. Hann er komin fyri seg aftur, eftir at hann í summar í UEFA Champions League dysti í Luksemborg varð skaddur í andlitinum. At spælari er saman við venjaranum á tíðindafundi plagar at verða roknað sum ábending um, at hann verður millum teir fyrstu ellivu.
Í Sosialinum í dag verður roknað við, at teir fyrstu ellivu ímóti Kasakstan í morgin vera hesir:
Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andreas Edmundsson, Martin Agnarsson – Áki D. Samuelsen, Jóannes Bjartalíð, Géza Dávid Turi, Hanus Sørensen – Petur Knudsen
Viljormur Davidsen, sum hevur spælt 94 landsdystir og er royndasti maður í hópinum, hevur seinastu nógvu ferðirnar verið liðformaður. Hann plagdi at vera vongverji, men í NSÍ er hann nú framúr miðverji. Á landsliðnum hevur hann verið miðverji, tá ið ein av hinum trimum – Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar og Andrias Edmundsson – ikki hevur verið tøkur. Tað er møguleiki fyri, at Viljormur í morgin verður vongverji í vinstru. Landsliðsvenjarin hevur vanliga hildið seg til skjótar vongverjar, tá ið tað eru tríggir miðverjar. Tí er mest uppløgdu valini Jóannes K. Danielsen og Martin Agnarsson á vongverjunum. Spurningurin er, um hann bíðar við at brúka royndirnar hjá Viljormi Davidsen inntil týskvøldið, tá ið Føroyar fara at spæla í Moldova.
Nú tað eru fleiri broytingar í hópinum – serliga á miðvøllinum – hevur verið tosað um, hvør fer at avloysa Árna Frederiksberg og Jákup B. Andreasen. Har tykist venjarin hella til Áka D. Samuelsen, sum er fastur maður í bestu svensku deildini og Jóannes Bjartalíð, sum tá Árni Frederiksberg aftur var tøkur á landsliðnum fleiri ferðir varð skiftur inn á sentrala miðvøllin.