- Trý fólk eru dripin í russiskum dronuálopi á Kyiv í dag.
Tað sigur borgarstjórin í ukrainska høvuðsstaðnum, Vitalij Klitsjko.
Hann vísir á, at sambært fyribils upplýsingum var eldur í bilum á einum parkeringsplássi.
Hetta var nærindis einum skrivstovubygningi, sum varð raktur av einari dronu.
Vitalij Klitsjko sigur, at trý fólk eru funnin deyð, og sjey onnur eru særd í russiska dronuálopinum.
Hetta skrivar borgarstjórin á boðtænastuni, Telegram, og tað er AFP, sum endurgevur.