info
Ongi úrslit

Løgtingsins mentanarnevnd á kunningarferð í Norðurnoregi

Løgtingsins mentanarnevnd hevur í døgunum 13.–18. september verið á kunningarferð í Tromsø og Karasjok í Norðurnoregi

Nanný J. Toftegaard
25. september 2026 kl. 15:15

Løgtingið skrivar, at endamálið við ferðini var at nema sær vitan í útbúgvingar-, menta-, miðla- og kirkjumálum og at kunna seg um viðurskifti, sum eru viðkomandi bæði fyri virksemið hjá nevndini og fyri Føroyar sum heild.

Eitt høvuðsevni á ferðini var skiftið, sum landsluturin Troms og Tromsø kommuna hava gjørt frá at vera eitt siðbundið fiski- og tilfeingisvinnusamfelag til eisini at vera ein miðdepil fyri hægri útbúgvingar. Universitetið í Tromsø, UiT, hevur havt ein týðandi leiklut í hesi menning.

Á UiT fekk nevndin kunning um universitetið og leiklut tess í menningini av landslutinum. Tá universitetið byrjaði undirvísing fyri stívliga 50 árum síðani, vóru umleið 420 lesandi. Í dag hevur UiT umleið 17.000 lesandi á fleiri støðum í Norðurnoregi. Eisini varð greitt frá sámagransking og granskingarverkætlanini Polhavet 2050. Nevndin hevði harumframt fund við Samskipnaden, sum m.a. veitir lesandi lestrarbústaðir og aðrar vælferðartænastur. Í sambandi við vitjanina var nevndin eisini til fyrilestur hjá norska uttanríkisráðharranum, Espen Barth Eide, um støðuna í norðurøkjunum og teirra vaksandi strategiska týdning fyri Noreg í eini broyttari geopolitiskari støðu.

Nevndin hevði fund við borgarstjóran í Tromsø, Gunnar Wilhelmsen, og við fylkisborgarstjóran í Troms, Benjamin Furuly. Á fundunum varð millum annað greitt frá menningini í Tromsø og Troms og teimum avbjóðingum, sum økið stendur fyri, eitt nú í sambandi við demografisku gongdina, bústaðarviðurskifti og tørvin á skikkaðari arbeiðsmegi.

Skúlamál vóru eisini partur av skránni. Nevndin vitjaði Kongsbakken videregående skole og Mortensnes skole og fekk kunning um miðnáms- og fólkaskúlan í Tromsø.

Á mentanarøkinum vitjaði nevndin Polarmuseet og Ishavskatedralen. Nevndin vitjaði eisini Tvibit Ungdomshus, har hon fekk kunning um arbeiðið við Tromsø sum europeiskum ungdómshøvuðsstaði.

Úr Tromsø til Karasjok

Seinni gekk leiðin til Karasjok, sum er ein týðandi miðdepil fyri sámamál og -mentan. Har hevði nevndin fund við borgarstjóran, Kjell Olav Guttorm, og vitjaði Sámediggi, t.e. Sámatingið. Í Sámediggi fekk nevndin kunning um skipanina og arbeiðið hjá tinginum og um støðuna hjá sámiska málinum og sámamentanini. Eisini varð greitt frá, hvussu arbeitt verður fyri at varðveita og menna sámiska málið, sámamentanina og tað siðbundna sámasamfelagið.

Nevndin vitjaði eisini NRK Sápmi og fekk kunning um virksemið hjá kringvarpinum og um týdningin, sum miðlatilboð á sámiskum hava fyri málið og sámasamfelagið.

Í Karasjok vitjaði nevndin eisini Karasjok kirkju og fekk kunning um kirkjuna og hennara søgu.

Mest lisið hesa vikuna

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Víðgongdar hugsjónir polarisera politiska landslagið

0 minuttir síðan
Fótbóltur

Tað er bara eitt ivamál

27 minuttir síðan
Tíðindi

Tvær nýggjar skuldsetingar í Hagen-málinum

33 minuttir síðan
Fótbóltur

Myndir: Landsliðið tíðindafund og venjing

1 tími síðan
Tíðindi

Trý fólk dripin í álopi á Kyiv

1 tími síðan
Tíðindi

Kanna føroyska aldursváttan til sosialar miðlar

1 tími síðan
Tíðindi

Bókaverk við søgum úr Suðuroynni sum eingin hevur hoyrt um áður

2 tímar síðan
Tíðindi

Fyrireikingar­ til nýggja ung­dóms­ráð­gev­ing ganga væl

2 tímar síðan
Tíðindi

Artur verður fíggjarleiðari

3 tímar síðan
Tíðindi

Hitt nýggja stjóran í Norðurlandahúsinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

4 tímar síðan
Fótbóltur

Vit hava tríggjar sigrar í fimm dystum móti Kasakstan

4 tímar síðan