info
Ongi úrslit

Bókaverk við søgum úr Suðuroynni sum eingin hevur hoyrt um áður

Hesar dagarnar kemur eitt sjáldsamt og forkunnugt bókaverk út í handlarnar kring landið.

Eirikur Lindenskov
25. september 2026 kl. 14:00

Tíðindaskriv:

Tað er søgufróði Torgir Strøm í Porkeri, sum hevur skrivað allar tingbøkurnar á Suðuroyartingi av og nú verður tað givið út í bók.

 Tingbøkurnar fevna um Suðuroyartingið heilt frá 1690 til 1810 og sostatt er talan um eitt rúgvismikið verk, sum verður givið út í trimum bindum, sum eru 330 síður hvør

Tórgir Strøm sigur, at upprunaliga var tað Johan O. Samuelsen, lærari á sjómansskúlanum í Havn, sum skrivaði tingbøkurnar av.

Men síðani fekk Torgir Strøm loyvi at fáa handritini og síðani hevur hann brúkt fleiri ár upp á at skriva tey av talgilt.

Hann sigur, at í tingbókunum eru eitt ótal av ótrúligum søgum, sum fólk als ikki vita nakað um nú á døgum. 

Har eru søgur um vanlukkur av ymsum slagi, søgur um seyðatjóvar og um alt, sum annars varð lagt fyri tingi.

Tað eru eisini nógvar søgur um nýgift hjún, sum brádliga fingið sýslumannin á gátt og kravdi at tey skuldu revsast.

Torgir Strøm sigur, at nógv av málunum, sum eru umrødd í bókini vísa, hvussu fátæksligt tað hevur verið tá á døgum og, hvussu ringur standurin hevur verið sum heild.

Men hann sigur, at tað er skriva, sum tey skrivaðu tá á døgum, so frásagnirnar frá teimum fyrstu árinunum kunnu vera avbjóðandi at lesa, men málið broyttust, so at tingbøkurnar tey seinnu árini eru nógv lættari at lesa.

Bøkurnar eru at fáa í onkrum handlum norðan fyri, og ætlanin er at fáa tær í handlarnar í Suðuroynni í næstu viku.

Mest lisið hesa vikuna

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trý fólk dripin í álopi á Kyiv

16 minuttir síðan
Tíðindi

Kanna føroyska aldursváttan til sosialar miðlar

23 minuttir síðan
Tíðindi

Fyrireikingar­ til nýggja ung­dóms­ráð­gev­ing ganga væl

1 tími síðan
Tíðindi

Artur verður fíggjarleiðari

2 tímar síðan
Tíðindi

Hitt nýggja stjóran í Norðurlandahúsinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

3 tímar síðan
Fótbóltur

Vit hava tríggjar sigrar í fimm dystum móti Kasakstan

3 tímar síðan
Tíðindi

Vatnloysi á Velbastað

3 tímar síðan
Tíðindi

Sjey av tíggju norðmonnum brúka vitlíki

3 tímar síðan
Tíðindi

Færri ferðamannaskip

3 tímar síðan
Lesarabrøv

»Hevur maðurin onki betri at gera?!«

4 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Trump gevur Ukraina grønt ljós til Patriot

4 tímar síðan