info
Ongi úrslit

Tvær nýggjar skuldsetingar í Hagen-málinum

Nú er ein persónur aftrat skuldsettur í málinum um norsku ríkmanskonuna, sum sporleyst hvarv fyri sløkum átta árum síðan. Soleiðis eru nú tveir nýggir persónar skuldsettir

Vilmund Jacobsen
25. september 2026 kl. 15:51

Norska løgreglan sigur í tíðindaskrivi í dag, at nú er enn ein persónur - ein 59 ára gamal svenskur ríkisborgari - skuldsettur í Hagen-málinum, og maðurin er skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av norsku ríkmanskonuni.

Hetta vita norskir miðlar at siga í dag.

Millum miðlarnar, sum bera hesi tíðindi, er norska kringvarpið, NRK. Soleiðis eru nú tveir persónar skuldsettir í málinum um Anne-Elisabeth Hagen, sum sporleyst hvarv úr heimi sínum í Lørenskog hin 31. oktober í 2018.

- Við atliti til kanningararbeiðið hava vit ikki viljað vátta hetta fyrr enn nú, tí vit mettu, at hetta kundi gingið út yvir frágreiðingina hjá manninum um hansara møguliga tilknýti til málið, sigur norska løgreglan.

Løgreglan vísir á, at maðurin hevur verið til tvær avhoyringar, men sagt verður ikki, nær hann formelt er vorðin skuldsettur. Sambært Verdens Gang er maður áður revsaður, men hetta vil løgreglan ikki vátta yvirfyri NRK.

Í tíðindaskrivi í dag sigur løgreglan, at enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um tilknýtið hjá tí skuldsetta til málið.

- Nú maðurin er avhoyrdur, er vandi ikki longur fyri víðari kanningararbeiðnum, sigur løgreglan.

Tá NRK fyrr í hesum mánaðinum hevði samrøðu við løgregluna um status í Hagen-málinum, segði løgreglan, at ein persónur var skuldsettur, men tá vildi løgreglan ikki siga, um nakar annar er skuldsettur í málinum.

Kortini segði løgreglan tað ikki vera óhugsandi, at fleiri enn hin eini persónurin vóru partur av málinum um horvnu rikmanskonuna.

- Vit hava okkara hugsanir um talið av persónum, sum kunnu standa aftanfyri brotsverkið, men tað kunnu vit einki siga um í løtuni. Hinvegin er greitt, at tað er ikki bara ein persónur, sum hevur framt brotsverkið - so professionelt, sum tað sær út til at vera.

Hin persónurin, sum í løtuni eisini er skuldsettur, er ein maður í 50-unum, sum áður hevur verið revsaður. Hann hevur noktað seg sekan í at hava nakað við málið um Anne-Elisabeth Hagen at gera.

Hagen-málið hevur fylt nógv hjá norsku løgregluni hesi sløku átta árini, og her hava fleiri fólk verið skuldsett. Millum tey, sum hava verið skuldsett, er maður Anne-Elisabeth Hagen, milliarderurin, Tom Hagen.

Allar skuldsetingar, sum hava verið, eru sleptar - eisini skuldsetingin móti Tom Hagen, sum púrasta er loystur úr málinum. Løgreglan hevur eingi prógv, sum siga, at hann hevur nakað við málið um horvnu konu sína at gera.

Mest lisið hesa vikuna

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Víðgongdar hugsjónir polarisera politiska landslagið

8 minuttir síðan
Fótbóltur

Tað er bara eitt ivamál

35 minuttir síðan
Fótbóltur

Myndir: Landsliðið tíðindafund og venjing

1 tími síðan
Tíðindi

Løgtingsins mentanarnevnd á kunningarferð í Norðurnoregi

1 tími síðan
Tíðindi

Trý fólk dripin í álopi á Kyiv

1 tími síðan
Tíðindi

Kanna føroyska aldursváttan til sosialar miðlar

1 tími síðan
Tíðindi

Bókaverk við søgum úr Suðuroynni sum eingin hevur hoyrt um áður

2 tímar síðan
Tíðindi

Fyrireikingar­ til nýggja ung­dóms­ráð­gev­ing ganga væl

3 tímar síðan
Tíðindi

Artur verður fíggjarleiðari

3 tímar síðan
Tíðindi

Hitt nýggja stjóran í Norðurlandahúsinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

4 tímar síðan
Fótbóltur

Vit hava tríggjar sigrar í fimm dystum móti Kasakstan

4 tímar síðan