- Ikki er tað lætt at miðla áralanga gransking upp á hálvan triðja minutt!
M.a. soleiðis innleiddi Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, tá snarrøðukapping var millum ungar granskarar á ársins Vísindavøku í Kongshøll.
Kappingin snýr seg um, at granskarar fáa 150 minuttir til at greiða væl frá sínari gransking. Síðani viðgjørdi dómsnevndin, hvør skuldi vinna kappingina, og hana vann Charlotte Géraldine Amannt, sum er ph.d.-lesandi á Náttúruvísindadeildini á Setrinum.

"Ein ósjónlig hóttan" var heitið á framløguni hjá Charlotte, sum granskar í eiturevnum frá algum í sjónum.
Vit ynskja Charlotte hjartaliga til lukku við snarrøðukappingini og bestu eydnu við framhaldandi ph.d.-granskingini!