Tað upplýsir Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, í svari til ein § 52a-fyrispurning frá Magna Højgaard, løgtingsmanni.
Arbeiðið er tó ikki komið so langt, at landsstýrismaðurin kann siga, hvør aldursmarkið verður – ella um tað yvirhøvur verður sett í verk.

Ein tvørgeiraligur arbeiðsbólkur við umboðum úr fleiri aðalráðum arbeiðir við málinum. Arbeiðsbólkurin skal millum annað lýsa føroysku støðuna, kanna gransking og vitan, lóggávu í øðrum londum og tøkniligar og lógarfrøðiligar møguleikar.
Endamálið er at fáa eitt breitt grundarlag, áðrenn endalig tilmæli verða gjørd.
Meta, hvat ein sosialur miðil er
Ein av spurningunum er, hvørjar tænastur eitt møguligt aldursmark skal fevna um.
Bárður á Lakjuni vísir á, at sosialir miðlar ikki bara eru eitt ávíst slag av pallum. Samskifti og sosialir møguleikar eru í dag eisini partur av eitt nú telduspølum, og tí skal arbeiðsbólkurin fyrst gera greitt, hvørjar tænastur skulu roknast sum sosialir miðlar.
-
©
Arbeiðið verður eisini ávirkað av gongdini uttanlands.
Landsstýrismaðurin vísir á, at Meta í august gjørdi avtalu við amerikanskar myndugleikar í fleiri statum um at avmarka møguleikarnar hjá børnum undir 18 árum at fáa atgongd til Facebook og Instagram.
Hann vísir eisini á, at TikTok og YouTube hava sett líknandi avmarkingar.
Skjáttan kann møguliga vátta aldurin
Ein týðandi spurningur er, hvussu aldurin hjá brúkaranum kann váttast, um Føroyar seta eitt aldursmark.
Á hoyringarfundum hjá arbeiðsbólkinum er komið fram, at tað tøkniliga kann bera til at menna Skjáttuna soleiðis, at hon kann vátta, at ein brúkari hevur rokkið einum ávísum aldri – uttan at fleiri persónsupplýsingar enn neyðugt verða latnar víðari.
Men landsstýrismaðurin ger greitt, at Føroyar neyvan kunnu loysa hetta einsamallar.
Skal ein føroysk aldursváttan virka á stóru altjóða pallunum, krevst, at pallarnir kunnu taka ímóti og góðtaka slíka váttan.
Tí verður eisini hugt at royndunum í Norðurlondum og Evropa.
Danmark hevur tikið nýggja loysn í nýtslu
Í Danmark varð almenna talgilda samleikaappin AltID tikin í nýtslu í juni í ár.
Sambært svarinum kann hon millum annað vátta aldur á netinum uttan at lata upplýsingar sum navn og føðingardag víðari.
Danska Digitaliseringsstyrelsen hevur upplýst, at sosialir miðlar og aðrar nettænastur kunnu brúka AltID til anonyma aldursváttan, og at loysnin fylgir ES-standardum fyri aldursváttan.
Arbeiðsbólkurin í Føroyum fer eisini at kanna, um ein føroysk loysn kann byggja á ella hava samband við eina slíka skipan.
Enn er tó ikki tikin støða til, hvør tøknilig loysn verður vald, hvussu eitt møguligt aldursmark skal vera, ella nær tað kann setast í verk.
Bárður á Lakjuni upplýsir eisini, at Mentamálaráðið arbeiðir við einari ætlan um at avmarka snildtelefonir og aðrar skíggjar í fólkaskúlanum.