Almanna- og bústaðamálaráðið skrivar, at endamálið við ungdómsráðgevingini er at skapa eitt lággáttartilboð, har ung kunnu venda sær og fáa ókeypis kunning, ráðgeving og stuðul. Almanna- og bústaðamálaráðið stuðlar fyrireikandi arbeiðinum við 500.000 krónum á fíggjarlógini fyri 2026.
Á fundinum greiddi Sinnisbati frá, at fyrireikingarnar ganga væl. Høli eru funnin í Finsen, leiðari er settur, og samstarv er skipað við fleiri myndugleikar, fakfólk og hjálparfelagsskapir. Ungdómsráðgevingin verður latin upp stigvíst, og nýggj heimasíða og talgildir pallar verða almannakunngjørd 10. oktober.
”Tað er umráðandi, at ung hava eitt trygt og lætt atkomiligt stað at venda sær, tá ið tey hava tørv á ráðgeving ella onkrum at tosa við. Tað er gleðiligt at hoyra, at arbeiðið er komið so væl áleiðis, og eg síggi fram til, at nýggja ungdómsráðgevingin verður tikin í nýtslu”, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum.
Sinnisbati kunnaði eisini um sálarheilsudagin, sum verður hildin í Finsen 10. oktober. Á tiltakinum fer landsstýriskvinnan at handa ársins sálarheilsuvirðisløn.