Millum annað var talan um niðurslitin dekk, lyktir, sum ikki virkaðu, og prutl, sum ikki vóru í lagi. Eitt verkstað hevði sagt løgregluni, at har høvdu tey úr at gera við at skifta perur. Tað gongur sum rótasúpan í oynni, tá ferðsluliðið hjá løgregluni kemur suður við Smyrli. Tá vita fólk, at bilurin skal vera í lag.
Í Havn steðgaði løgreglan einum bili í nátt. Tvey fólk høvdu rúsevni uppi á sær og vórðu skuldsett fyri brot á rúsevn-islógina.
Eldorsøkin á Gomlurætt er framvegis ógreið, men sambært løgregluni bendir einki á eldáseting. Einki nýtt er heldur at frætta um ruskbilin, sum fór á rull.