Forsetin í El Salvador, Nayib Bukele, hevur skrásett seg sum forsetavalevni fyri triðju ferð.
El Salvador broytti grundlógina í 2025.
Hetta merkir, at 45 ára gamli forsetin kann stilla upp til val aftur.
Nayib Bukele er ein sameindur hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump.
Hann hevur millum annað tikið ímóti og fongslað fólki úr USA, sum amerikanskir myndugleikar siga vera bandalimir.
Hetta skrivar NRK í nátt.