info
Ongi úrslit

NAZA Ein av týdningarmestu filmum í okkara tíð

“Naza” er eitt heiti, sum ísraelski herurin nýtir í einum roknistykki, tá mett verður um, hvussu nógv sivilfólk væntast at verða offur í einum tilætlaðum hernaðarálopi í sama øki. Eitt roknskapartekniskt estimat, tá kríggj er.

Dagfinn Olsen
19. november 2026 kl. 23:40

Í náttarmyrkrinum á tekjum í Tel Aviv hava teir báðir ísralesku leikstjórarnir, sum vunnu Oscarvirðislønina fyri "No Other Land", samrøður við ísraelsk fregnartænastufólk og herfólk, ið greiða frá, hvussu ísraelski herurin reglufast og tilætlað hevur dripið palestinsk sivilfólk í Gaza.

"One of the most important films of our time", skrivar filmsummælarin hjá New York Magazine, Bilge Ebiri.

Heimildarfilmurin "Naza", sum Filmsfelagið sýnir mikudagin, hevur rakt nakað í tíðini. Fyrst við tað, at hann fekk serstøku virðislønina hjá dómsnevndini á stóru filmstevnuni í Venezia, og síðan við tað, at tá filmurin var liðugur, fekk hann drúgvastu lógvabrestir síðan filmstevnan byrjaði í 1932.

“Naza” er eitt heiti, sum ísraelski herurin nýtir í einum roknistykki, tá mett verður um, hvussu nógv sivilfólk væntast at verða offur í einum tilætlaðum hernaðarálopi í sama øki. Eitt roknskapartekniskt estimat, tá kríggj er.

Sambært frágreiðingum um filmin verður styttingin NAZA brúkt sum eitt mát fyri, hvussu nógvir sivilir persónar væntast at doyggja í einum álopi, har tey ikki eru krígsførandi partar.

Heitið er anagram fyri hebráiska hernaðarheitið Nezek Agavi, á enskum collateral damage, ið er tilvildarligi skaðin, herurin veit, fer at raka ósek. Tað er júst hendan nýtslan av hugtakinum, filmurin setir fokus á.

Ísraelsku leikstjórarnir, Rachel Szor og Yuval Abraham, hava orðað grundgevingina fyri at gera filmin “Naza” soleiðis:

“Vit gjørdu filmin út frá eini kenslu av skyldu og ábyrgd, sum ísraelskir borgarar, at kanna skipanina handan tey hópdráp, ið eru framd á palestinsk sivilfólk, sum okkara land hevur ábyrgdina av. Tey trý árini, vit arbeiddu við filminum, settu vit okkum sama spurning, sum ættarliðið hjá ommum og abbum okkara, og fólk annars gjøgnum alla 20. øld, hava spurt: Hvussu kann ein bólkur av menniskjum loyva, at ein annar bólkur verður gjørdur fullkomuliga ómenniskjansligur? Hvussu síggja innaru mekanismurnar í einari tílíkari skipan út?"

Filmsfelagið hevur fyrr víst Oscarvirðislønta filmin "No Other Land" hjá somu leikstjórum.

Eftir sýningina ber sum vant til at fara oman í Paname á Vaglinum við brúkta atgongumerkinum frá sama kvøldi, og fáa tvey fyri eitt. Soleiðis er Filmsfelagið. Hvørt mikukvøld sýna tey góðan film í felag.

Filmsfelagið 25/11 kl 20:00 NAZA (Yuval Abraham og Rachel Szor, UK USA og Ísrael 2026 80 min).

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

Í gjár kl. 10:11

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

Í gjár kl. 18:14

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

Í gjár kl. 14:27

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

11 minuttir síðan
Fótbóltur

Dimma: David Nielsen og Ole Kevin Knappen upp á tal í NSÍ

30 minuttir síðan
Lesarabrøv

Der er et yndigt land 🇩🇰

41 minuttir síðan
Tíðindi

Landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum vitjar í Suðuroynni

1 tími síðan
Tíðindi

Løgmaður kallar flokkarnar á fund eftir IOC-boðini

1 tími síðan
Tíðindi

Jólatrøini í Vága kommunu verða tendrað

1 tími síðan
Tíðindi

Kaj Leo um OL-málið: Eg royndi men ikki nóg mikið

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Óla skjóta og leggja upp til mál móti Magdeburg

2 tímar síðan
Tíðindi

Silja Strøm hevur vunnið útboð um listprýðing av auluni hjá TSK

2 tímar síðan
Tíðindi

Karstin er nýggjur B36 málmansvenjari

2 tímar síðan
Tíðindi

Maður drap unnustu og dóttur á Jútlandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Sendistovur í Kyiv raktar í russiskum álopi

2 tímar síðan