Týskvøldið vann ein norsk kvinna 405,7 milliónir norskar krónur í Eurojackpot. Hetta svarar til umleið 283,3 milliónir krónur í okkara peningi.
Hin parturin av stóra vinninginum fór til ein spælara úr Grikkalandi.
Tá Norsk Tipping ringdi til nýggja fleir millióningin, svaraði hon í øðrum uppkalli.
Kvinnan segði seg longu hava kannað úrslitið í appini, men tordi ikki rættiliga at trúgva, at tað var rætt, sum hon sá.
Spurd, hvussu tað kendist at hava vunnið ein so stóran vinning, segði kvinnan við Norsk Tipping, at tað ikki rættiliga var gingið upp fyri henni.
Hon var tó rímiliga vís í, at góðu boðini ikki fóru at ganga útyvir náttarsvøvnin, skrivar Norsk Tipping um løtuna, tá tey ringdu til nýggja fleir millióningin.