info
Ongi úrslit

40 ára minni: Sigurð Lamhauge svam og rann úr Akrabergi til Kirkju

Eitt av fremstu brøgdum í Føroya søgu fór fram fyri júst 40 árum síðani

Heri Simonsen
11. august 2025 kl. 21:05

Í hesum døgum eru liðin 40 ár síðani Sigurð Leifsson Lamhauge framdi eitt av fremstu brøgdum í Føroya søgu. 

Sigurð svam og rann úr Akrabergi til Kirkju í Fugloy. Fólk fylgdu sera væl við avrikunum hjá Sigurði í Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya, og í teimum prentaðu miðlunum.

Í dag er 11. august. 11. august í 1985 svam Sigurð úr Skopun, um Hælin í Hesti og gekk heim í bygdina.
Fitt av fólki fylgdi honum heim í bygdina, sum niðasta myndin úr Ítróttarárbókini eisini vísir.

Hetta var árið fyri Ove Joensen framdi stóra bragdið at rógva úr Nólsoy til Longu Linju í Keypmannahavn. 

Í stuttari viðmerking sigur Sigurð 40 ár seinni: - Hatta var ein minnilig og lærurík ferð fyri ein 22 ára gamlan havnardrong.

Vónandi hevur Dagur og Vika eitt innslag um hetta í annaðkvøld, har minniligu upptøkurnar aftur vera at síggja. Hervið er tann áheitanin farin víðari. 

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

21 tímar síðan

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

12 tímar síðan

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

1 tími síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eldur í tangaskipi í Svartahavinum

5 minuttir síðan
Tíðindi

Politistøðin í Klaksvík stongd eftir stóran vatnskaða

24 minuttir síðan
Hondbóltur

Champions League dystir hjá Óla og Jóhan beinleiðis á TV3

45 minuttir síðan
Tíðindi

Løgreglan fekk 51 fráboðanir í storminum

1 tími síðan
Tíðindi

Ukraina tekur álopini á russisk oljureinsiverk uppaftur

1 tími síðan
Tíðindi

Aftur í nátt eru fleiri sivilfólk dripin í Ukraina

1 tími síðan
Tíðindi

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Fyrstu kappingarmálini hjá Aron fyri Hearts

3 tímar síðan
Tíðindi

Satira í fleiri løgum

9 tímar síðan
Tíðindi

Tummas Pauli Mohr nýggjur stjóri í Demich

9 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj kennir seg sviknan av Trump

10 tímar síðan
Tíðindi

Koyrilíkindini: Upp í 51 ms

10 tímar síðan