info
Ongi úrslit

Partur av íslendska fiskiflotanum kann fara at landa í Føroyum

Høgt Co2-avgjald í Íslandi kann gera tað meira lønandi hjá íslendskum fiskiskipum, sum royna á eysturlandinum í Íslandi, at sigla til Føroya at landa og bunkra olju

Vilmund Jacobsen
24. november 2026 kl. 00:50

Tað sigur Guðmundur Kristjánsson, forstjóri í stóra íslendska fiskivinnufelagnum, Brim, sum vísir á henda møguleika í samrøðu við íslendska miðilin, Morgunblaðið.

Orsøkin til, at føroyskar havnir kunnu gerast meira áhugaverdar fyri íslendsk skip, er, at íslendsku myndugleikarnir leggja tungt C02-avgjald á brennievni, meðan einki tílíkt avgjald er í Føroyum.

– Í Føroyum er einki C02-avgjald, so fyri fiskiskip, sum veiða fram við eysturstrondini í Íslandi, kann tað loysa seg at landa í Føroyum og fylla tangarnar við olju í Føroyum, sigur Guðmundur Kristjánsson.

Útsøgnin kemur í kjalarvørrinum av einari nýggjari greining hjá íslendska reiðarafelagnum, og greiningin vísir, at C02-avgjaldið á brennievni í Íslandi er tíggjufaldað, síðan tað varð sett í gildi.

Íslendska reiðarafelagið vísir á, at kappingarneytarnir hjá Íslandi í Norðuratlantshavi antin hava frítikið fiskiskip fyri slík avgjøld, útsett tey ella endurgoldið reiðaríunum útreiðsluna.

Guðmundur Kristjánsson nevnir sum dømi, at bæði týskir trolarar, sum fiska í Grønlandi og íslendsk skip, sleppa undan hesum avgjøldum, tá tey taka olju í Føroyum.

Íslendska fiskivinnan finst harðliga at Co2-avgjaldinum, tí endamálið við avgjaldinum er at skunda undir grøna orkuskiftið, men sambært Guðmundi Kristjánssyni ber hetta als ikki til í fiskiskapi enn.

– Her ber ikki til at brúka el-rikin skip, tí tey finnast ikki. Halda vit fram við hesi avgjaldsøðini í Íslandi, fer tað at skaða virðisskapanina, ávarar forstjórin í Brim, Guðmundur Kristjánsson, í samrøðu við íslendska Morgunblaðið.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Skotskt flogfelag lækkar prísirnar fyri oyggjabúgvar

1 tími síðan
Tíðindi

Skipasmiðja við 60 starvsfólkum á húsagang í Noregi

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Serligt at spæla landsdyst á Tórsvølli

3 tímar síðan
Tíðindi

Jóhannis Joensen luttikið á ST fundum í USA

4 tímar síðan
Tíðindi

Nær sleppa fleiri at fram­leiða streym inn á net­ið hjá SEV?

4 tímar síðan
Ítróttur

Fimm íkarar úttiknir til HM í inniróðri

5 tímar síðan
Tíðindi

Jólahugni í Plantasjuni

5 tímar síðan
Fótbóltur

Aluminij mátti lúta fyri oddaliðnum

6 tímar síðan
Tíðindi

Danmark bann­ar far­tele­fon­um í skúl­um frá næsta skúlaári

6 tímar síðan
Tíðindi

Kommunurnar taka undir við áheitan um hægri samsýning til fosturforeldur

6 tímar síðan
Tíðindi

Serfrøð­ing­ar mæla frá at brúka Eir­ar­garð í meira enn trý ár aftrat

7 tímar síðan
Tíðindi

Donsk screen­ing kann eisini fevna um um­søkj­ar­ar í Før­oyum

8 tímar síðan