info
Ongi úrslit
- Hóast rakstrarkostnaðurin hjá felagnum hækkar, vónar stjórin í Loganair, Luke Farajallah, at lægri prísir fara at fáa fleiri fólk at flúgva, so ruturnar kunnu vera burðardyggar framyvir

Skotskt flogfelag lækkar prísirnar fyri oyggjabúgvar

- Nógvar ferðir hjá oyggjabúgvum kunnu ikki altíð leggjast til rættis vikur ella mánaðir frammanundan, sigur Luke Farajallah, stjóri í Loganair við The Shetland Times

Vilmund Jacobsen
24. november 2026 kl. 00:03

Í okkara grannalondum fyri sunnan hevur skotska flogfelagið Loganair tikið stig til at gera tað bíligari hjá hetlendingum og øðrum oyggjabúgvum at flúgva - eisini, tá ferðin ikki er løgd til rættis í góðari tíð frammanundan.

Loganair boðar nevniliga frá størstu broytingini í teirra prísskipan í nógv ár, har felagið nú hevur gjørt av at lækka tær dýrastu ferðaseðlaprísirnar við upp til 23 prosentum á rutunum til og úr Hetlandi, Orknoyggjum og Stornoway.

Talan er serliga um teir ferðaseðlar, sum verða bílagdir við stuttari freist – stutt fyri fráferð. Higartil hava prísirnir á hesum seðlum verið sera høgir, men nú hevur Loganair gjørt fleiri bíligari ferðaseðlar tøkar líka fram til sjálvan fráferðardagin.

Á rutunum millum Hetland og skotsku stórbýirnar, Edinburgh og Glasgow, eru tær dýrastu ferðirnar lækkaðar við meira enn einum fimtingi. Samstundis verða allir tríggir ferðaseðlaflokkarnir - Fly, Fly Flex og Fly Flex Plus - nú tøkir heilt fram til fráferð.

Í samrøðu við hetlendska miðilin Shetland News sigur stjórin í Loganair, Luke Farajallah, at avgerðin er tikin eftir afturmeldingar frá ferðafólkum og lokalsamfeløgunum á oyggjunum.

– Um tú kanst leggja tína ferð til rættis í góðari tíð, fært tú framvegis okkara lægstu prísir. Men vit skilja, at nógvar ferðir hjá oyggjabúgvum ikki altíð kunnu leggjast til rættis vikur ella mánaðir frammanundan, sigur Luke Farajallah við The Shetland Times.

Hann leggur aftrat, at hóast rakstrarkostnaðurin hjá felagnum hækkar, vónar hann, at lægri prísir fara at fáa fleiri fólk at flúgva, so ruturnar kunnu vera burðardyggar framyvir.

Umframt hesar nýggju príslækkingarnar hava fastbúgvandi hetlendingar framvegis rætt til 50 prosent avsláttur av sjálvum ferðaseðlaprísinum gjøgnum skotsku stuðulsskipanina, Air Discount Scheme.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Skipasmiðja við 60 starvsfólkum á húsagang í Noregi

40 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Serligt at spæla landsdyst á Tórsvølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Jóhannis Joensen luttikið á ST fundum í USA

3 tímar síðan
Tíðindi

Nær sleppa fleiri at fram­leiða streym inn á net­ið hjá SEV?

3 tímar síðan
Ítróttur

Fimm íkarar úttiknir til HM í inniróðri

4 tímar síðan
Tíðindi

Jólahugni í Plantasjuni

4 tímar síðan
Fótbóltur

Aluminij mátti lúta fyri oddaliðnum

5 tímar síðan
Tíðindi

Danmark bann­ar far­tele­fon­um í skúl­um frá næsta skúlaári

5 tímar síðan
Tíðindi

Kommunurnar taka undir við áheitan um hægri samsýning til fosturforeldur

5 tímar síðan
Tíðindi

Serfrøð­ing­ar mæla frá at brúka Eir­ar­garð í meira enn trý ár aftrat

6 tímar síðan
Tíðindi

Donsk screen­ing kann eisini fevna um um­søkj­ar­ar í Før­oyum

7 tímar síðan
Tíðindi

ES-nevndin við nýggjum revsitiltøkum móti Russlandi

7 tímar síðan