Tíðindaskriv, Kommunufelagið:
Í áheitanini vísa fosturforeldrini á, at samsýningin stóð í stað árini 2015 til 2021, og at javningarnar seinastu árini ikki hava verið nóg stórar til at viga upp ímóti prísvøkstri og vanligu lønarmenningini. Sambært fosturforeldrunum merkir hetta, at tey í 2027 kunnu fáa millum 25.000 og 88.000 krónur minni í árligari samsýning, enn um samsýningin hevði fylgt lønarmenningini.
Kommunufelagið tekur undir við, at tørvur er á at dagføra samsýningina. Fosturforeldur átaka sær eina stóra og týdningarmikla uppgávu fyri samfelagið, og tað er avgerandi, at karmarnir um hesa uppgávu eru nøktandi.
Dagføringin er mett at kosta kommununum góðar 5 mió. kr. árliga.
Tørvur á fleiri fosturforeldrum
Ein av størstu avbjóðingunum í Fosturforeldraskipanini er at fáa nýggj fosturforeldur og varðveita tey, sum longu eru í skipanini.
Fosturforeldrini vísa í áheitanini á, at afturúrsiglda samsýningin ger tað trupult at fáa familjur at átaka sær uppgávuna. Hetta hevur eisini avleiðingar fyri barnaverndartænasturnar, sum kunnu standa í teirri støðu, at børn hava tørv á fosturheimi, men at eingin hóskandi fosturfamilja er tøk.
Sambært áheitanini eru 80 prosent av teimum 102 børnunum, sum eru sett heiman, í fosturfamiljum, meðan 20 prosent eru á barnaverndarstovni. Fosturforeldur hava sostatt ein avgerandi leiklut í barnaverndararbeiðinum.
Kommunufelagið heitir á Landsstýrið um at bera skjótt at
Kommunufelagið heldur, at tað er umráðandi at tryggja, at Fosturforeldraskipanin eisini í framtíðini kann veita børnum, sum ikki kunnu búgva heima, tryggar og støðugar karmar.
Hóast Mentamálaráðið arbeiðir við at endurskoða Fosturforeldraskipanina, metir Kommunufelagið, at tað ikki er neyðugt at bíða eftir hesum arbeiðinum við at dagføra samsýningina.
Kommunufelagið hevur tí heitt á Mentamálaráðið um at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið, so samsýningin til fosturforeldur kann hækka skjótast gjørligt, helst við virknaði frá 1. januar 2027.
Við hesum tekur Kommunufelagið undir við ynskinum hjá fosturforeldrunum um, at teirra týdningarmikla arbeiði verður betur viðurkent, og at fíggjarligu treytirnar verða dagførdar.