info
Ongi úrslit

Jóhannis Joensen luttikið á ST fundum í USA

Í døgunum 27. oktober til 12. november 2026 luttók Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, á altjóða fundum hjá Sameindu Tjóðum í Washington og New York í USA, vegna Løgtingið.

Eirikur Lindenskov
23. november 2026 kl. 20:59

Endamálið við ferðini var at fáa innlit í altjóða politisk viðurskifti og arbeiðið hjá ST. Jóhannis Joensen luttók í ferðini sum partur av eini størri danskari sendinevnd eins og grønlendingar. Løgtingsmaðurin greiðir soleiðis frá ferðini og teimum evnum, sum vóru á skránni:

Frá Washington til ST í New York

Eftir fleiri dagar við fundum við politiskar bólkar, politikarar og sendifólk í Washington gekk leiðin víðari til New York.
Á Manhattan, við East River og við útsýni yvir Brooklyn, liggur høvuðssætið hjá ST.

Her hittast 193 limalond við tí endamáli at viðgera og finna semjur um altjóða mál. Arbeiðið fevnir millum annað um at skapa ein tryggari heim, verja mannarættindi og finna felags loysnir á teimum avbjóðingum, sum heimsins lond standa yvir fyri.

Vit høvdu dagligar fundir við umboð fyri ymiskar partar av ST skipanini. Her viðgjørdu vit eina røð av týdningarmiklum evnum, eitt nú trygdar- og verjuspurningar, mannarættindi og barnarættindi.

Harumframt varð nógv tosað um fíggjarligu avbjóðingarnar hjá ST. Felagsskapurin hevur stórar uppgávur, men fíggingin er ein avbjóðing, sum kann ávirka virksemið hjá felagsskapinum.

Trygdarráðið og avgerandi altjóða mál

Eitt av hæddarpunktunum á ferðini var, at vit sluppu at fylgja við í eini málsviðgerð í ST – trygdarráðnum. Vit vóru eisini til eina veto-viðgerð, har Russland nýtti sín veto-rætt í einum máli um Vestursahara og framhaldandi nærveru av ST-herliðum í økinum.

Hetta gav eitt serligt innlit í, hvussu avgerðir verða viðgjørdar á hægsta altjóða stigi, og hvussu stóran týdning politisku áhugamálini hjá einstøku stórveldunum hava fyri arbeiðið í ST.

Politikkur, val og amerikanskt samfelagslív

Júst hetta tíðarskeiðið, eg luttók á ST–fundum, var eisini miðval í USA. Tí fekk eg eitt áhugavert innlit í mannagongdina uppundir valið og fekk at vita, hvat og hví amerikanarar skipa samfelagið soleiðis, sum tey gera.

Tað var áhugavert at fylgja við kjakunum ímillum partarnar. Fyri at luttaka í einum vali skulu amerikanarar skráseta seg sum veljarar. Tað er tó verri enn so øll, sum gera tað. Og luttøkan er eisini hareftir.

Valúrslitið vísti eina stóra framgongd hjá demokratunum. Orsakirnar til valúrslitið vóru fleiri. Millum tær vóru høga kostnaðarstøðið, kríggið móti Iran, ákærur um korruptión í politisku skipanini og ein vaksandi ónøgd við Donald Trump, forseta. Hetta vóru viðurskifti, sum settu sín dám á politiska kjakið og valstríðið. 

Samanumtikið var talan um ein sera áhugaverdan og læruríkan túr. Slík luttøka gevur okkum eitt heilt annað innlit í altjóða politisk viðurskifti og tær avbjóðingar, sum heimurin stendur fyri. Samstundis gevur luttøkan okkum møguleika at fylgja við í arbeiðinum hjá ST og at fáa eina betri fatan av teimum politisku avgerðunum, sum eisini kunnu fáa týdning fyri Føroyar.

Tí haldi eg, at tað er skilagott, at vit halda fram við at senda umboð úr Løgtinginum at luttaka saman við grønlendsku og donsku sendinevndunum.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nær sleppa fleiri at fram­leiða streym inn á net­ið hjá SEV?

39 minuttir síðan
Ítróttur

Fimm íkarar úttiknir til HM í inniróðri

1 tími síðan
Tíðindi

Jólahugni í Plantasjuni

1 tími síðan
Fótbóltur

Aluminij mátti lúta fyri oddaliðnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Danmark bann­ar far­tele­fon­um í skúl­um frá næsta skúlaári

2 tímar síðan
Tíðindi

Kommunurnar taka undir við áheitan um hægri samsýning til fosturforeldur

2 tímar síðan
Tíðindi

Serfrøð­ing­ar mæla frá at brúka Eir­ar­garð í meira enn trý ár aftrat

3 tímar síðan
Tíðindi

Donsk screen­ing kann eisini fevna um um­søkj­ar­ar í Før­oyum

4 tímar síðan
Tíðindi

ES-nevndin við nýggjum revsitiltøkum móti Russlandi

4 tímar síðan
Tíðindi

Eingin semja um fastar læknar á røktarheimunum

4 tímar síðan
Tíðindi

Estland vísir russiskum skuldsetingum aftur

5 tímar síðan
Tíðindi

Noreg tekur stórt stig móti aling á opnum havi

6 tímar síðan