info
Ongi úrslit

Danmark bann­ar far­tele­fon­um í skúl­um frá næsta skúlaári

Frá skúlaárinum 2027/28 skulu næmingar í donskum skúlum lata fartelefonina liggja bæði í tímunum og í fríkorterunum. Forboðið fevnir eisini um 10. flokk og frítíðarskúlar.

Eirikur Lindenskov
23. november 2026 kl. 18:53

Danska stjórnin hevur gjørt avtalu við Eindarlistan og Alternativið um at banna fartelefonum í skúlum og frítíðartilboðum frá skúlaárinum 2027/28. Tað boðar danska undirvísingarmálaráðið frá.

Forboðið verður galdandi í fólkaskúlum, frískúlum, kommunalum altjóða skúlum, kommunalum ungdómsskúlum og eftirskúlum. Tað fevnir bæði um fartelefonir og onnur elektronisk tól við netsambandi. Teldur og teldlar, sum verða brúkt í undirvísingini, eru undantikin.

Magnus Heunicke, danskur undirvísingarmálaráðharri, sigur, at endamálið er at geva næmingunum meiri frið at læra og betri rúm fyri felagsskapinum. Hann nevnir sosialar miðlar, netkeyp og telduspøl sum dømi um tað, ið kann órógva skúladagin.

Skúlaleiðarin ger av, hvussu forboðið verður handhevjað

Leiðarin á hvørjum skúla ger av, um telefonirnar til dømis skulu latast inn, tá skúladagurin byrjar, ella um tær skulu vera sløktar og liggja í skúlataskuni.

Undantøk kunnu gerast fyri næmingar við serligum tørvi. Tað kann til dømis vera ein næmingur við diabetes, sum brúkar telefonina at fylgja við blóðsukrinum, ella ein orðblindur ella sjónveikur næmingur, sum brúkar hana til upplestrar.

Ein avtala frá 2025 legði upp til, at skúlarnir sjálvir skuldu gera reglur um fartelefonfríar skúlar og frítíðartilboð fram til og við 3. flokk. Nýggja avtalan víðkar forboðið til og við 10. flokk.

Avtalan setur eisini krav um, at skúlanetini skulu sperra fyri heimasíðum, sum ongan fakligan ella námsfrøðiligan týdning hava. Harumframt skulu felags leiðreglur gerast fyri nýtslu av vitlíki í fólkaskúlanum.

Les fráboðanina frá danska undirvísingarmálaráðnum

Myndatekstur
Magnus Heunicke, danskur undirvísingarmálaráðharri, sigur, at fartelefonforboðið skal geva næmingunum meiri frið at læra. Savnsmynd.

Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Aluminij mátti lúta fyri oddaliðnum

13 minuttir síðan
Tíðindi

Kommunurnar taka undir við áheitan um hægri samsýning til fosturforeldur

29 minuttir síðan
Tíðindi

Serfrøð­ing­ar mæla frá at brúka Eir­ar­garð í meira enn trý ár aftrat

1 tími síðan
Tíðindi

Donsk screen­ing kann eisini fevna um um­søkj­ar­ar í Før­oyum

2 tímar síðan
Tíðindi

ES-nevndin við nýggjum revsitiltøkum móti Russlandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Eingin semja um fastar læknar á røktarheimunum

2 tímar síðan
Tíðindi

Estland vísir russiskum skuldsetingum aftur

3 tímar síðan
Tíðindi

Noreg tekur stórt stig móti aling á opnum havi

4 tímar síðan
Tíðindi

Jensen Huang aftur forstjóri í Nvidia

4 tímar síðan
Lesarabrøv

POLITISKA STØÐAN SPENT

5 tímar síðan
Tíðindi

Hjálp - jólamaðurin er rýmdur av loftinum

5 tímar síðan
Tíðindi

Altjóða brekdagur og 45 ára hald hjá MEGD

5 tímar síðan