Íbúðarbygningarnir á Eirargarði 4, 6 og 8 eru í so ringum standi, at tað sambært einari kanning hjá Landsverki ikki loysir seg at umvæla teir. Serfrøðingar meta, at tað ikki er ráðiligt at brúka bygningarnar í meira enn tvey til trý ár aftrat.
Tað upplýsir Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í einum svari til Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnu. Hervør Pálsdóttir spurdi millum annað um umstøðurnar hjá barnakonum úr Suðuroynni, sum vanliga búgva í Gestalonini seinastu tíðina, áðrenn tær skulu føða.
Ein heildarætlan, sum Sjúkrahúsverkið og Landsverk gjørdu í 2024, vísir, at allir bygningarnir á Eirargarði eru í ringum ella sera ringum standi. Flestu bygningarnir treingja til heildarumvæling, og viðlíkahaldstørvurin á íbúðarbygningunum, eisini Gestalonini, er bráðfeingis.
Arbeiðseftirlitið var í heyst á eftirlitsvitjan í Barna- og ungdómspsykiatriini á Eirargarði 15. Niðurstøðan var, at bygningurin er í ringum standi. Landsstýriskvinnan metir sum heild, at umstøðurnar í bygningunum á Eirargarði eru ónøktandi.
Ætla at byrja byggingina í 2028
Arbeitt verður við ítøkiligum ætlanum um nýggjar íbúðir til Landssjúkrahúsið, sum skulu nøkta tørvin, ið bygningarnir á Eirargarði 4, 6 og 8 hava nøktað. Íbúðirnar eru millum annað ætlaðar barnakonum úr Suðuroynni, konsulentum og yngri læknum undir útbúgving.
Íbúðirnar eru partur av einari størri verkætlan, sum skal útvega fleiri lestrarbústaðir í Føroyum. Eftir verandi ætlan byrjar byggingin í 2028. Landsstýriskvinnan upplýsir í svarinum, nær byggingin væntandi byrjar. Nær íbúðirnar verða klárar, og hvør loysn verður fyri barnakonurnar fram til tá, er ógreitt.