Hvussu trygg er føroyska orkuveitingin, og kunnu stórir elbrúkarar fáa loyvi at gera íløgur í vindorku til egna nýtslu? Tað eru tveir av spurningunum, sum Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna, hevur sett Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum. Tingfundurin byrjar mikudagin klokkan 11.
Løgtingskvinnan biður eisini um eina tíðarætlan fyri, nær aðrir elframleiðarar kunnu lata streym inn á netið hjá SEV. Í viðmerkingunum vísir hon á, at eltørvurin veksur skjótt, meðan útbyggingin av varandi orku eftir hennara tykki gongur ov seint. Tá framleiðslan úr varandi orkukeldum ikki nøktar vaksandi tørvin, verður munurin nøktaður við olju, skrivar hon.
Hon vísir á, at stórar fyritøkur hava bæði kapital og førleikar til at gera íløgur í egna elframleiðslu. Ein møguleiki, sum hon nevnir, er at lata vinnuna framleiða streym til egna nýtslu og rinda eitt gjald til SEV, sum framvegis hevur ábyrgdina av elnetinum og veitingartrygdini. Avlopið av framleiðsluni kundi verið nýtt í elskipanini.
Heilsutrygdargjald og pensjónir eisini á skrá
Fyrsta málið á fundinum er triðja viðgerð av uppskotinum um at flyta innkrevjingina og umsitingina av heilsutrygdargjaldinum til TAKS.
Síðani verður fyrsta viðgerð av einum uppskoti um eftirlønarviðbót til fólkapensjónistar, sum áður hava verið fyritíðarpensjónistar. Uppskotið fevnir eisini um, at barnaviðbót kann veitast í brotum. Eftir umrøðuna av orkufyrispurninginum er framløga á skránni.