info
Ongi úrslit
Í fleiri ár hevur skipasmiðjan havt ábyrgdina av at halda norska kongaskipið við líka, men í fjør varð felagið svartalistað. Orsøkin var uppáhald um ov høgar rokningar og trygdarkritisk frávik

Skipasmiðja við 60 starvsfólkum á húsagang í Noregi

– Hetta er ein sera syrgilig og krevjandi støða - ikki minst fyri tey dugnaligu starvsfólkini, sum verða rakt, sigur stjórin í Endúr Maritime AS í Bergen, Jepper Raaholt, í sms-boðum við NRK

Vilmund Jacobsen
23. november 2026 kl. 23:32

Felagið varð útihýst frá komandi verjuavtalum eftir umstrítt arbeiði á norska kongaskipinum. Nú missa øll 60 starvsfólkini arbeiðið.

Talan er um skipasmiðjuna, Endúr Maritime AS í Bergen, sum hevur biðið um trotabúarviðgerð.

Felagið er eitt dótturfelag hjá børsskrásetta samtakinum, Endúr ASA, sum boðar frá húsaganginum í einari børsfráboðan í kvøld, veit norska kringvarpið, NRK at siga.

Higartil í ár hevur Endúr Maritime havt eitt hall í gjaldførinum upp á umleið 15 milliónir norskar krónur.

– Hetta er ein sera syrgilig og krevjandi støða - ikki minst fyri tey dugnaligu starvsfólkini, sum verða rakt, skrivar stjórin Jepper Raaholt í einum sms-boðum til NRK.

Endúr Maritime AS heldur til á Laksevåg í Bergen og hevur 60 fólk í starvi. Stjórin vísir á, at samtakið ikki hevur møguleika at bjarga arbeiðsplássunum.

– Vit hava tíverri ikki nóg mikið av arbeiðsuppgávum í øðrum pørtum av samtakinum, og hava tí ikki møguleika at bjóða starvsfólkunum annað arbeiði í samtakinum, sigur Jepper Raaholt.

Skipasmiðjan hevur ein árligan umsetning á umleið 250 milliónir norskar krónur, og umleið helmingurin hevur verið knýttur at uppgávum fyri norsku verjuna.

Í fleiri ár hevur felagið havt ábyrgdina av at halda norska kongaskipið við líka, men í fjør varð felagið svartalistað av norsku verjuni.

Orsøkin var uppáhald um ov høgar rokningar og trygdarkritisk frávik, sum tað verður kallað, tá skipið varð tikið upp.

Sambært norska statinum kundi skrokkurin á kongaskipinum verið brotnaður - ella fingið skaða - stendur í einum úrskurði frá Oslo Tingrett.

Bergens Tidende skrivaði tó eftir rættarmálið, at skipið fekk ongan skaða, og sambært Endúr var talan um ein einstakan tilburð.

Útihýsingin førdi við sær, at Endúr Maritime AS í Bergen ikki slapp at bjóða upp á nýggjar verjuavtalur.

Endúr stevndi statinum fyrr í heyst fyri at fáa avgerðina ógildaða, men Oslo Tingrettur gav statinum viðhald í, at útihýsingin var lóglig.

– Tað ger heldur ikki støðuna lættari, at vit eru víst burtur og útihýst frá arbeiði á skipunum hjá verjuni, skrivar stjórin, Jepper Raaholt, í sms-boðum til NRK.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Serligt at spæla landsdyst á Tórsvølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Jóhannis Joensen luttikið á ST fundum í USA

2 tímar síðan
Tíðindi

Nær sleppa fleiri at fram­leiða streym inn á net­ið hjá SEV?

3 tímar síðan
Ítróttur

Fimm íkarar úttiknir til HM í inniróðri

3 tímar síðan
Tíðindi

Jólahugni í Plantasjuni

3 tímar síðan
Fótbóltur

Aluminij mátti lúta fyri oddaliðnum

4 tímar síðan
Tíðindi

Danmark bann­ar far­tele­fon­um í skúl­um frá næsta skúlaári

4 tímar síðan
Tíðindi

Kommunurnar taka undir við áheitan um hægri samsýning til fosturforeldur

5 tímar síðan
Tíðindi

Serfrøð­ing­ar mæla frá at brúka Eir­ar­garð í meira enn trý ár aftrat

5 tímar síðan
Tíðindi

Donsk screen­ing kann eisini fevna um um­søkj­ar­ar í Før­oyum

6 tímar síðan
Tíðindi

ES-nevndin við nýggjum revsitiltøkum móti Russlandi

7 tímar síðan
Tíðindi

Eingin semja um fastar læknar á røktarheimunum

7 tímar síðan