info
Ongi úrslit

70 børn á fótbóltsskúla á Dungasandi

Fríggjadagin og leygardagin var vøllurin á Dungasandi karmur um ársins seinasti fótbóltsskúli hjá Fótbóltssambandi Føroya, sum var fyriskipaður í samstarvi við 07 Vestur

Tróndur Arge
14. august 2022 kl. 10:17

Fríggjadagin og leygardagin var vøllurin á Dungasandi karmur um ársins seinasti fótbóltsskúli hjá Fótbóltssambandi Føroya, sum var fyriskipaður í samstarvi við 07 Vestur.

– Eg haldi at tað sum heild hevur gingið væl, og tað hevur samstundis verið deiligt at sæð so nógv børn til fótbóltsskúlarnar í ár. Veðrið hevur eisini verið av tí besta allar dagarnar, fótbóltsskúli hevur verið á skránni. So hetta hevur avgjørt verið hugaligt og gevandi fyri okkum øll, sigur samskiparin, Christina Ravnsfjall við heimasíðuna hjá FSF.

Farna fríggjadag og leygardag var ársins síðsti fótbóltsskúli, sum FSF, í samstarvi við feløgini, hevur skipað fyri í summar, á vøllinum á Dungasandi í Sørvági. Hetta var fjórði fótbóltsskúlin í ár, og tilsamans hava áleið 630 børn í aldurinum 7 til 15 ár luttikið.

– Korona órógvaði í fjør og fyrraárið, men nú eru vit umsíðir komin í gongd aftur, og vit fara sjálvandi – um also ikki okkurt heilt óvæntað hendir – at hava fótbóltsskúlar aftur komandi ár, sigur Christina Ravnsfjall.

Fyrsti fótbóltsskúli í ár var í juni mánað, tá umleið 260 børn vóru á fótbóltsskúla í Gundadali, har HB var vertur. Síðan vóru tríggir í august. Fyrst á Toftum, har omanfyri 200 børn luttóku, síðan á Argjum, har omanfyri 100 børn luttóku, og nú til seinast í Sørvági, har umleið 70 børn vóru á fótbóltsskúla.

##ms##

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

11 tímar síðan

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

8 tímar síðan

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

15. september kl. 20:20

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nógv dýrari hjá íbúgvum at parkera í miðbýnum

1 tími síðan
Tíðindi

Norrøna fer ikki eftir hetlendingum til Oyggjaleikirnar

1 tími síðan
Fótbóltur

NSÍ hevur favorittstøðuna móti B36 í Gundadali

1 tími síðan
Fótbóltur

U21 steypafinalan: Skála ÍF vendi 0-2 til 3-2 sigur

7 tímar síðan
Tíðindi

Helst vóru fleiri um brotsverkið

8 tímar síðan
Tíðindi

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

8 tímar síðan
Tíðindi

Arktiska tónleikakappingin kemur til Tórshavnar!

8 tímar síðan
Tíðindi

Listastovan bjóðar fjølbroytta heystskrá

9 tímar síðan
Tíðindi

Samgongan á rættari kós

9 tímar síðan
Tíðindi

Bergtøkan í ørandi myrka sjónum

9 tímar síðan
Tíðindi

Alzheimerfelagið fyllir 25 ár

10 tímar síðan
Hondbóltur

Skanderborg-Aarhus knógvaði fyrsta stigið í Champions League

10 tímar síðan