Ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, veit í kvøld at siga, at Ukraina, USA og ES hava havt sínar fyrstu samrøður um tilgongdina í næstu friðarsamráðingunum við Russland.
Hetta er eftir samrøðurnar, sum Ukraina og Russland høvdu við USA sum meklara í Abu Dhabi fyrr í vikuni.
Ein av sendimonnunum hjá USA, Jurij Usjakov, sum eisini er versonur amerikanska forsetan, visti í dag at siga, at serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, fyrr í dag hevur skift orð við Kreml-ráðgevan, Jurij Usjakov.
Í kvøld ávarar ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, annars um, at nýggj russisk álop eru væntandi í kvøld og í nátt, og hann leggur aftrat, at Norðurkorea nú veitir Russlandi nýggjar og betraðar ballistiskar rakettir.
Hetta skrivar norska kringvarpið - NRK - í kvøld.