Elbilaframleiðarin Tesla ætlar at gera íløgur fyri tríggjar milliardir evrur, umleið 22,4 milliardir danskar krónur, í at útbyggja verksmiðjuna hjá felagnum í Týsklandi.
Tað boðaði Tesla frá í dag, skrivar Ritzau við tíðindastovuni AFP sum keldu.
Eftir útbyggingina skal verksmiðjan við tíðini hava orku til at framleiða eina millión av sjálvkoyrandi bilunum hjá Tesla, sum felagið kallar Cybercab, um árið.
Í stuttu fráboðanini hjá Ritzau stendur einki um, nær útbyggingin verður liðug, ella nær verksmiðjan væntast at hava fulla framleiðsluorku.