info
Ongi úrslit

Lions Club Tórshavn heldur 60 ára stovningardag

19. november 2026 eru 60 ár liðin, síðani Lions Club Tórshavn varð stovnaður. Dagurin verður hildin við almennari móttøku hósdagin 19. november 2026 í Auluni í Finsen ímillum klokkan 15 og kl 18

Nanný J. Toftegaard
16. november 2026 kl. 17:30

Móttøkan verður í sama høli, har felagið varð stovnað 19. november 1966.

Í seks áratíggju hevur Lions Club Tórshavn verið ein virkin partur av føroyska samfelagnum og hevur gjøgnum sítt arbeiði stuðlað eini røð av góðum endamálum. Síðani stovningina hevur felagið latið um 20 milliónir krónur, umroknað til nútíðar pening, til verkætlanir, felagsskapir og átøk – bæði lokalt í Tórshavn og á Streymoynni, á landsstigi og altjóða.

Stuðulsvirksemið er ein týðandi partur av samleikanum hjá Lions, har sjálvboðið arbeiði, felagsskapur og ynskið um at gera mun hjá øðrum eru grundhugsjónirnar.

Stuðul verður eisini latin á 60 ára degnum
Á sjálvum merkisdegnum verður hildið fram við hesi siðvenju, tá Lions Club Tórshavn fer at handa stuðul til nakrar felagsskapir og átøk á Streymoynni.

Á skránni fyri móttøkuna verður eisini tónleikur og sangur. Forsetin í Lions Club Tórshavn, Poul Gert Hansen, fer at greiða frá søguni hjá felagnum – frá stovnanini í 1966 og fram til dagin í dag.

Vestmanna Sangkór fer at framføra nakrar sangir, og tónleikur verður eisini á skránni.

Á móttøkuni verður boðið til lætt ábit og hugnaligt prát, har gestirnir fáa høvi at práta um Lions, arbeiðið hjá felagnum og tær mongu verkætlanirnar, sum felagið hevur verið við til at stuðla gjøgnum árini.

Við 60 ára hátíðarhaldinum ynskir Lions Club Tórshavn bæði at hyggja aftur á eitt ríkt og gevandi virksemi og samstundis at varpa ljós á týdningin av sjálvbodnum arbeiði og hjálpsemi í framtíðini.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

Í gjár kl. 17:38

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Løgmaður bið­ur um frá­greið­ing um fyrnda Bakka­frost-málið

0 minuttir síðan
Fótbóltur

Eyðun og hansara menn hava kós móti uppflyting

46 minuttir síðan
Tíðindi

Her er tann nýggi James Bond

52 minuttir síðan
Tíðindi

Myndir: Áki Samuelsen hevur lagt Føroyar á odda

2 tímar síðan
Tíðindi

Lærlingadagur í Tórshavnar kommunu

2 tímar síðan
Tíðindi

Rógvi Olavson vart ph.d.-ritgerð um kreppustýringina undir koronufarsóttini

2 tímar síðan
Tíðindi

Fótbóltur: Gera seg klár til landsdystin

3 tímar síðan
Lýsingagrein

Keyp appin ger tað lættari at fara til handils

3 tímar síðan
Fótbóltur

Adrian verður fremsti maður í dag

4 tímar síðan
Fótbóltur

Viljormur og Odmar vóru við í minniliga novembersigrinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Heilsustýrið kannar skíggjanýtslu og heilsu hjá ungum í Føroyum

4 tímar síðan
Tíðindi

Afturbrá 2 – Gamlar myndir úr Norðoyggjum

4 tímar síðan