38 lond ávara nú um, hvørjar avleiðingarnar kunnu gerast, um ein kjarnorkuvanlukka hendir í Ukraina.
Londini siga, at um Russland heldur fram við sínum álopum á undirstøðukervið í Ukraina, veksur vandin fyri einari kjarnorkuvanlukku.
Londini eru komin við einari felags útsøgn.
Norski heilsumálaráðharrin, Jan Christian Vestre, sigur í einari útsøgn, at vandin fyri einari kjarnorkuvanlukku er hin størsti í 40 ár.
Hann vísir til kjarnorkuvanlukkuna í Tsjernobyl, sum hendi í 1986.
- Hetta er ein áminning um álvarsligu støðuna, sum Evropa er í.
Jan Christian Vestre sigur, at hendir ein kjarnorkuvanlukka í Ukraina orsakað av russisku krígsførsluni, kann hetta fáa stórar avleiðingar fyri Evropa - og harímillum eisini fyri Noreg.
Per Strand, sum er ovasti leiðari í stýrinum fyri Stráluvernd og Kjarnorkutrygd í Noregi, sigur við Verdens Gang, at tey eru ógvuliga órógvað um støðuna.
- Ein stór kjarnorkuvanlukka í Ukraina kann spjaða seg um stórar partar av Evropa sum radioaktivt avfall. Hetta kann spjaða seg við vindi og regni.
Hann sigur, at alt eftir, hvussu vindur og regn eru, kunnu avleiðingarnar gerast stórir.
- Í 1986, tá Tsjernobyl-vanlukkan rakti, fekk Noreg nógvan radioaktivitet við regninum í fjallaøkjunum, leggur Per Strand aftrat.